Skulu tey fremmandu sleppa at órógva møtini hjá okkum?

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vit hava áður skrivað um, hvussu meinigheitsumhvørvið í Føroyum broytist orsakað av tilflytingini, sum hevur verið seinastu árini (lesast kann um tað HER). Men hvør er støðan í Heimamissiónini? Eru vit til reiðar at taka ímóti teimum fremmandu? Í hesari greinini lutar Carsten Fonsdal Mikkelsen nakrar tankar og royndir.

Prolog

Eg var til altars og skeitti varliga upp á prestin. Hvat fór hann nú at gera? Presturin hjá okkum hevði frí, og eg visti, at avloysarin hugsaði nógv um, at siðvenjan skuldi haldast undir altargongdini. Hann helt, at bara ordiligt vín, við alkoholi í, var nóg gott til altarborðið. Men hvat fór hann nú at gera? Mundi hetta ikki vera verri enn alkoholfrítt vín? Eg hugdi yvir at teimum við síðuna av mær. Nazanin og maður hennara Heydari úr Afganistan. Við síðuna av teimum lógu Rima og Khaled úr Sýria, og var tað ikki Solad hann æt, hann heilt har yviri? Hann og konan vóru kurdar úr Irak. Men nú lógu tey øll á knøum her. Uttan ávaring høvdu 11 ódoyptir muslimar reist seg saman við okkum øðrum og vóru komnir við til altars, og nú lá eg á knøunum saman við seks teirra. Hvat mundi presturin fara at gera?

Tað er eingin ivi um, at tað er lættast at alt er, sum tað plagar. Og tað er heilt einfalt lættari, tá ið mann ikki skal hugsa um at finna prædikutekstin á farsi og arabiskum. Og tað kennist væl, tá ið allir sangirnir eru á einum máli, vit skilja. Og um vit bara eru saman við teimum, vit plaga, verða vit ikki so avbjóðaði viðvíkjandi okkara teologisku hugsanum. Eitt nú, hvat gera vit, tá ið vit heilt greitt meina, at bara kristin eiga at taka lut við altarborðið, ja, at bíblian beinleiðis ávarar ímóti at taka lut í tí felagsskapinum, um søkin við Jesus ikki er komin í rætt lag?

Fólkasamansetingin í Føroyum broytist skjótt hesi árini. Fyri 25 árum síðan var bara 1% av fólkinum borið í heim uttan fyri norðurlond. Í dag eru tað 6%, og hetta talið er støðugt vaksandi. Men hetta síggi eg ikki, tá ið eg komi inn í missiónshús runt í landinum. Hetta kann sjálvandi vera, tí at tilflytararnir hava funnið aðrar kristnar meinigheitir, sum líkjast teimum, tey kenna heiman. Men orsøkin kann eisini vera, at vit í Heimamissiónini ikki veruliga síggja tey, sum eru komin til okkum. Duga vit nóg væl at gera pláss til tey, so at tey kenna seg vælkomin í meinigheitini?

Eru vit fyrireikað?

Kanska vita vit bara ikki hvussu vit skulu gera, tá ið vit møta einum fremmandum, sum møguliga ikki tosar sama mál sum vit. Og ja, tað er eisini nógv ymiskt, sum vit kunnu vera stúrin um, um tað er tað, vit ynskja. Men tað er í veruleikanum ótrúliga nógv praktiskt, vit kunnu finna loysnir á, um vit vilja.

Google Translate er ein góð uppfinning. Tá kunnu vit í hvussu er skriva á donskum ella enskum og fáa tað umsett til eitt mál, hini skilja. Og tá ið samskiftið riggar, kunnu vit spyrja okkum sjálvi: hvørjum er tørvur á, áðrenn eg kenni meg heima? Ein sangur á mínum máli? Eitt sindur av Guds orði, sum eg skilji? Onkur matur, mær dámar? Um tú heldur, at tað hevði hjálp tær, so hevði tað uttan iva fingið ein tilflytara at kent seg heima.

Tíbetur ber til at fáa fatur á góðum andaligum sangum á øllum møguligum málum. Í hvussu er, ber til at spyrja Internationalt Kristent Center í Keypmannahavn. IKC er felagskristiliga arbeiðið hjá donsku Heimamissiónini, og tey plaga gleðiliga at hjálpa.

Tá ið vit í Danmark knappliga upplivdu, at ein partur at muslimsku flóttafólkunum byrjaðu at søkja kirkjuna, fingu vit okkum tann vana at prenta allar bíbilsku tekstirnar, sum blivu lisnir ávísa sunnudagin, á arabiskum og farsi. Vit høvdu ikki atgongd til tulk, men á henda hátt kundu tey í hvussu er lesa Guds orð, ímeðan vit onnur lurtaðu eftir prædikuni. Tað er rættiliga lætt at finna bíbliutekstir á fremmandum málum á netinum. Bíblian er ikki bara mest umsetta bók í verðini. Hon er sum oftast ókeypis. Um tað ber til at fáa fatur á einum tulki, er tann fyrimunurin, at prædikan kann umsetast. Tað ber til at keypa tulkingar útgerð, men í veruleikanum ber eisini til at brúka eina ókeypis app á telefonini.

Og viðvíkjandi matinum, koma vit sum oftast eitt sindur ávegis, um vit hava okkurt annað enn grísakjøt á matskránni.

Soleiðis ber til at loysa fleiri av teimum praktisku tingunum. Um viljin er har!

Vilja vit?

Men hvussu hevur viljin hjá okkum tað? Á stórmøtunum sungu vit seinasta kvøldið ein sang á enskum, soleiðis at tey fremmandu, sum vóru har, eisini skiltu eitt sindur. Men eg má viðganga, at eg havi hoyrt atfinningar ímóti hesum. Eg havi fingið at vita at “Vit syngja føroyskt á føroyskum møtum”.

Og hetta leiðir meg aftur til altarborðið við teimum seks ódoyptu muslimunum. Knappliga stóðu vit við einum trupulleika.

Skuldi presturin leggja dent á orðini og ávaringarnar í bíbliuni, um at vit skulu vera til reiðar at taka ímóti kvøldmáltíðini? So mátti hann steðga á og biðja teir seks muslimarnar um at fara frá altarborðinum aftur. Tað hevði verið at eyðmýkt tey alment.

Ella skuldi presturin koma til ta niðurstøðu, at Jesus sigur “tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.”?

Hvat av hesum sjónarmiðum skuldi hava framíhjárætt?

Mentanin og andaligu leiðreglurnar hjá okkum kunnu lættliga blíva bjóðaði av, tá ið Gud sendir okkum út at náa onnur við gleðiboðskapinum. Og bæði hava – av góðum grundum – stóran týdning fyri okkum. Tí kann tað væl kennast sum eitt stórt stig at taka at gera tað so rúmsátt, at tey fremmandu kenna seg vælkomin á møtini hjá okkum.

Soleiðis hevur tað altíð verið. Hugsa bara um rokið, ið bleiv, tá ið fyrstu heidningarnir tóku ímóti náðini í Kristi. Kristnu jødarnir máttu gloypa einum kameli ella tveimum áðrenn sjógvurin slætnaði. Men tá til stykkis kom, bleiv eingin umskorin, kotilettin bleiv góðkend á matseðlinum og eftir at hava gjørt royndir við øllum møguligum málum, sum grikskum og latíni, funnu nøkur upp á at skriva góðar kristnar sangir á gomlu heidnu norrønu málunum.

Hví? Tí náðin er størst og fyrst. Tí at Jesus vil taka ímóti hvørjum einstøkum, sum leitar eftir honum. Tí at hann elskar og ynskir at blíva elskaður. Tí at hann hevur skapt okkum til samfelag við seg og hvønn annan. Hann hevur valt okkum til at leita eftir teimum burturfarnu, teimum einsomu, teimum fremmandu, teimum spaklyntu, teimum troyttu, teimum … Ja, teimum, hann sendir til okkum.

Jesus hevur bæði kærleika og vilja. Hava vit tað?

Epilog

Trúgvur ímóti sannleikanum valdi presturin at fullføra altargongdina við muslimum og kristnum saman. Og síðan fekk hann vanliga prestin hjá okkum at tosa við flóttafólkini um týdningin av kvøldmáltíðini og øllum tí, sum fylgir við tí.

Tað var ein gleðinnar dagur, tá ið vit savnaðust í kirkjuni Hvítusunnudag 2016. Nazanin, Heydari og bæði børnini hjá teimum blivu doypt. Tey vóru farin úr Afganistan, tá tað frættist í býnum, at Nazanin var byrjað at hyggja at kristnum sjónvarpi og at lesa í bíbliuni. Tí flýddi familjan, og tí fullu tey ein dag á knæ við altarborðið.

Rima og Khaled flýddu úr Sýria, tá ið Khaled bleiv kallaður í herðtænastu í krígnum. Av tí at hann var sýriskur kurdi, var hann annanfloksborgari við ongum rættindum. Foreldur hansara doyðu í einari ferðsluvanlukku, tá ið hann var 4 ára gamal. Hann var einsamallur eftir, saman við trimum eldri systkjum. Men í náttarmyrkrinum komu javnan nakrir menn úr einari kristnari kirkju at vitja. Teir stuðlaðu børnunum og hjálptu teimum bæði við mati og góðari útbúgving. Teir kundu ikki taka børnini við heim í kirkjuna. Teir kundu ikki so mikið sum siga teimum frá um evangeliið, tí so høvdu muslimarnir dripið tey øll. Men teir kundu hjálpa børnunum ígjøgnum nøkur trupul barnaár. So tá ið Khaled seint eitt leygarkvøld kom til Hasle á Bornholm, var fyrsti tankin at finna tey kristnu, sum hann hevði so nógv at takka fyri. Orsakað av teimum kristnu monnunum í Damaskus, løgdu Rima og Khaled seg ein dag á knæ við altarborðið. Endiliga kunnu tey nú frælst fylgjast við teimum kristnu í kirkju.

Soleiðis møttust vit øll henda dagin við altarborðið, tí at góðir menn og góðar kvinnur í Harrans tænastu hava givið okkum gleðiboðskapin í orði og gerð. Eingin á sjónvarpsstøðini veit nakað um hetta. Eingin í meinigheitini í Damaskus veit nakað um hetta. Men orsakað av, at tey høvdu hjarta og pláss fyri teimum, sum vóru eitt sindur øðrvísi enn tey, endaði eg ein sunnumorgun, fleiri túsund kilometrar burtur, á knæ við Harrans borð saman við seks muslimum við síðuna av mær.

Rósalind Olsen umsetti