Skulu vit leggja dentin á orðið fólka- ella kirkja?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hóast nøkur rópa hart um, at tey ikki vilja hava nakra fólkakirkju, so rokni eg við, at ein stórur meiriluti av føroyingum vilja henni væl. Øll vit, sum eru góð við fólkakirkjuna, eru kortini ikki so samd um øll viðurskifti. Eg haldi, at tær størstu ósemjurnar kunnu grundast á spurningin, um vit skulu leggja dentin á orði fólka- ella kirkja?

Um vit hyggja langt aftur í tíðina ella eftir øðrum londum, so síggja vit, at kristnar kirkjur kunnu vera sera ymiskar. Serliga tá tað snýr seg um stíl og skipan. Ymiskar tíðir og ymiskar umstøður seta ymisk krøv. Til dømis ger tað stóran mun, um landið hevur trúarfrælsi ella ikki, tí ein loynilig kirkja kann ikki skipast á sama hátt sum ein opinber kirkja. Eisini er munur á, um samfelagið byggir á eina eindarmentan ella einstaklingar. Soleiðis eru tað fleiri ymisk viðurskifti, sum hava virkað til, at vit hava okkara núverandi fólkakirkju.

Tá vit brúka orðið kirkja, hugsa vit oftast um bygningar ella skipanir, sum kirkjan virkar í. Men kirkjan er nógv meira enn tað. Ein kirkja er fyrst og fremst ein felagsskapur millum Gud og menniskju. Vit kunnu siga, at Guds kirkja fevnir um øll kristin menniskju um allan heim. Øll hesi ymisku menniskju mugu síðan skipa seg í ymiskar bólkar, sum hóska til verandi tíð og umstøður.  Tað er umráðandi at geva gætur, at allar tær ymisku skipanirnar av kirkjum eru menniskjaligar. Hóast Jesus hevur lovað at vera mitt ímillum tey, sum savnast í hansara navni, so er ongin kirkjuskipan fullkomin. Onkutíð verður sagt : “Um tú finnur eina fullkomna kirkju ella samkomu, mást tú avgjørt ikki gerast ein partur av henni, tí so vilt tú oyðileggja hana.”

Seinast, vit upplivdu stórar broytingar í føroyskum kirkjulívi, var í seinnu helvt av 1800-talinum og inn í fyrru helvt av 1900-talinum. Eftir ídnaðarkollveltingina fingu við slupptíðina í Føroyum. Fólk gjørdust alt meira sjálvbjargin, og størri atlit varð tikið til tann einstaka. Í kirkjulívinum vaks tørvurin á at geva pláss fyri einum meira persónligum sambandi við Gud. Hetta førdi til nýggj kirkjulig rák. Í Føroyum fingu vit fyrst brøðrasamkomurnar, og síðan fingu vit missiónsfelagsskapirnar inni í fólkakirkjuni. Nøkur ár seinni fingu vit eisini ymiskar hvítusunnusamkomur.

Møguliga standa vit aftur framman fyri stórum broytingum í føroysku fólkakirkjuni. Tí hugburðurin hjá vanligum føroyingum er nógv meira verðsligur, enn hann hevur verið. Vandi er fyri, at tað fólksliga kemur framum sambandið við Gud.

Um tú spyrt onkran, hvat klokkan er, og viðkomandi altíð svarar: “hvat heldur tú sjálvur?”, so gongur ikki long tíð, til tú ikki tímir at spyrja aftur. Um kirkjan bara skal svara tað, sum fólk vilja hoyra, so gongur ikki long tíð, til ongin tímir at spyrja hana meira. Hon verður nyttuleys og uttan týdning.

Eg haldi, at størsti vandin fyri okkara fólkakirkju er, at vit fara at tilbiðja ein gud, sum ikki longur er yvirnatúrligur. Um vit ikki halda fast við tað yvirnatúrliga, so verður Gud ikki nógv annað enn ein felags ímynd. Um Bíblian ikki er annað enn menniskjaligar fatanir av einum gudi, so ber illa til at siga, at mítt hugskot er betri enn títt. Um fólksligt skal merkja, at fólk sleppa sjálv at avgera, hvussu gud er, so haldi eg ikki, at talan er um eina kirkju longur. Samstundis haldi eg, at tað er umráðandi, at fólk sleppa at avgera, hvussu vit tilbiðja Gud, ikki hvønn Gud vit skulu tilbiðja.

Eg vóni, at nógv góð ár eru eftir hjá føroysku fólkakirkjuni.

Christian Joensen, Saltangará