Søgan um Bo
“Eg vildi vísa heiminum, at eg var sterkur. Í staðin fann eg styrki í nøkrum nógv betri og størri.”
Bo sigur søgu sína: frá vreiði til broyting
Søgan hjá Bo Berentsen byrjar við pínu. Sum barn varð hann happaður og háðaður so nógv, at vreiðin vaks í honum. Hann lovaði sær sjálvum, at ein dag skuldi hann hevna seg. Men vegurin, sum byrjaði við vreiði og hatur, endaði heilt aðrastaðni – í trúgv, fyrigeving og frælsi.
Ein stórur og ráur sersjantur
Í sjónbandinum greiðir Bo Berentsen frá, hvussu hann varð happaður sum barn. Sum smádrongur varð Bo dagliga útsettur fyri harðskapi og eyðmýking. Hann gjørdist beiskur og ynskti at hevna seg. Hann avgjørdi at verða “ein stórur og ráur sersjantur” – nóg sterkur til, at eingin skuldi kunna gera honum ónáðir aftur.
Eitt møti við kristnu trúnna
Bo leitaði sær inn í Lívgardina, har agi og styrki gjørdust ein háttur at fjala pínuna. Men innast inni vaks tómrúmið. Tað var fyrst, tá hann byrjaði at leita eftir meining og kom í samband við trúnna á Gud, at okkurt byrjaði at broytast. Vreiðin, sum einaferð stýrdi lívinum, varð spakuliga broytt til fyrigeving og vón.
Frá vreiði til broyting
Bo sigur frá um stríðið við fortíðina, um kristnu trúnna, og hvussu hann fann eitt nýtt grundarlag í lívinum. Søga hansara er ein vitnisburður um, at óansæð hvussu djúpt menniskjað fellur, kann Gud møta okkum – og broyta alt til tað betra.
Hoyr vitnisburðin frá BO í sjónbandinum niðanfyri….
Kelda: Hann lever
Ásbjørn Jacobsen




