Søgan um David
David hevði ein sera truplan barndóm. Longu sum fimtan ára gamal stríddist hann við misnýtslu av rúsdrekka og heroin langt upp í vaksnamannalívið.
Hetta ávirkaði bæði familju, vinabond og teir møguleikar, ein ungur drongur vanliga gleðir seg til.
Men tað var, tá hann fekk eina máltíð í tí lítlu kirkjuni í Greenock í Skotlandi, at hann fekk at hoyra gleðiboðskapin úr Bíbliuni.
– Eg varð drigin at sannleikanum um Jesus, sum sá hin lítla mannin, sum øll onnur ikki sóu – ella ikki vildu síggja.
Eg hevði í eina tíð kent tað soleiðis, sum um eingin legði nakað í meg… So eg hugsaði, um Gud veruliga er til, so kanska hevur hann áhuga í mær, júst sum eg eri, og í tí støðu eg eri í.
David fann trúnna á hin livandi Gud, og lívið broyttist fullkomiliga. Nú arbeiðir hann hjá “Glasgow City Mission” og deilir Bíbliur við onnur, so tey eisini kunnu lesa boðskapin um vón og frælsi, sum finst í Bíbliuni.
– Um eg ikki var farin inn í kirkjuna… um eg ikki hevði hoyrt um vónina í evangeliinum, og um eg ikki hevði hoyrt gleðiboðskapin um, at eisini eg eri elskaður av Gudi, so eri eg fullvísur í, at eg hevði verið deyður nú, sigur David.
Kelda: Scottish Bible Society