Soleiðis

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Sonurin og eg bygdu tokbreytir á gólvinum ein morgunin. Tað eru tær gomlu, vælkendu tokbreytirnar úr træi, summar eru bogaðar, meðan aðrar eru beinar. Umframt hesar er eisini tað eina stykkið, har tann eina breytin verður deild í tvær. Eg sat eina løtu og fonglaðist við at fáa stykkini at passa saman soleiðis, at eingin endastøð skuldi vera. Men eftir einari – ríkiliga langari – løtu fann eg út av, at eg ikki fekk hetta at rigga uttan so, at eg hevði tvey stykki, ið deildu vegin í tvey, altso eitt, ið fekk tær báðar breytirnar aftur til eina. Eg kundi gera langar snaringar, upp um brýr og inn og út ígjøgnum tunlar, men eg mátti hava hetta eina stykkið, sum kundi fáa líkningina at ganga upp – so at siga.

Henda breytabyggingin fekk meg at hugsa um leiðina, ið vit øll skulu ganga, lívsins leið. Paulus tosar um at renna kapp á skeiði, og at vit mugu renna soleiðis, at okkum ognast sigursprísin. Men akkurát hvat liggur í orðinum ”soleiðis”? Hvønn taktikk skulu vit brúka? Er ein ávís kostætlan kanska? Joni Eareckson Tada sigur tað so væl í einum av hennara mongu andaktsstykkjum. Hon greiðir frá, at maður hennara, Ken, var samskipari fyri breytunum á paraolympisku leikunum. Nú skuldi ein kapprenning ímillum fólk við skerdum mentalum førleika vera. Ken blásti í floytuna fyri at savna luttakararnar til 50 metra renningina. Ein genta við Downs syndromi við tjúkkum brillugløsum og ein lítil drongur í posutum shortsum vóru tey fyrstu, sum stillaðu seg upp. Ein løta við tøgn var. Síðani bresti skotið, og luttakararnir spelaðu avstað. Knappliga byrjaði drongurin í teimum posutu shortsunum at renna yvir ímóti vinum sínum á áskoðaraplássunum. Ken floytaði fyri at fáa hann inn aftur á breytina, men til fánýtis. Tá snaraði gentan við Downs syndromi, sum bara var fáar metrar frá málstrikuni, sær á, rann yvir til drongin og gav honum eitt gott klemm. Saman komu tey aftur á rennibreytina og gjøgnumførdu renningina arm í arm, langt eftir at hini vóru komin á mál.

Spyrt tú meg, so rakar Joni her seymin á høvdið. Hetta er tað millumstykkið, sum fær tvær breytir aftur til eina. Vit mugu renna, ikki fyri okkara egnu skyld, men fyri at æra Gud. Tað merkir, at vit ofta mugu geva okkum tíð at steðga á og leggja armarnar um ein vin, ið er veikari enn vit, fyri at fáa hann aftur á rætta kós. Eins og hjá gentuni í frásøgnini, so kostar tað okkum nakað av okkara tilfeingi, tíð og orku. Royn at steðga á. Hevur Gud lagt tær okkurt ella onkran á hjarta, royn so og fylg hesi kensluni og ger, sum tú hugsar. Tað kann altíð henda seg, at tað er Gud, sum soleiðis kallar á teg.

Tak eitt time-out og legg taktikk. Bið um Guds ráð. Kostætlanin er Guds orð. Soleiðis. Gud signi teg!

Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu