Spennandi ólavsøkuskrá í Meinigheitshúsinum

Sum siðvenja er, so eru fleiri spennandi og áhugaverd tiltøk í Meinigheitshúsinum í Havn á Ólavsøku.
Ólavsøkuaftan, 28.juli, er møti klokkan 20:00 við Ova Brim. 
Væl umtókti bólkurin Gadders framføra á møtinum.

Tey ungu taka sær av kvøldinum og náttini

Eftir møti ólavsøkuaftan er opið hús í Meinigheitshúsinum, har okkurt gott verður at fáa – umframt hugna og góðan felagsskap. Seinni á kvøldinum verður lovsangsløta á skránni, ið er eitt gott høvið hjá fólki at koma til eina gevandi løtu við góðum lovsangi.

Heri Kjærbo talar Ólavsøkudag

Ólavsøkudag klokkan 20:00 er aftur møti. Tá talar Heri Kjærbo. Eisini koma Erla Mortensen og Heðin Askham at framføra nakrar sangir.
Og sum ein góður endi á møtinum, áðrenn farið verið aftur at ganga oman og niðan, verður borðreitt við einum góðum drekkamunni.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Meinigheitshúsið á Ólavsøku.

LES EISINI  Hvussu náa vit tey ónáddu?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina