Spennandi vikuskiftismøtir í Meinigheitshúsinum í Havn

Hetta vikuskifti 23. – 25. januar er spennandi møtirøð á skránni í Havn. Møtir verða bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl 19.30, meðan sunnudagin verður møtið klokkan 16:00.

Lagt verður fyri fríggjakvøldið klokkan 19:30, tá klaksvíkingurin í Hvalvík, Jákup E. Petersen, talar um kvinnuna við sikarsbrunnin. 

Sangframførsla er á skránni øll kvøldini, og fríggjakvøldið syngja Martha og Tummas Pauli Mýri. 

Leygarkvøldið talar Carsten Fonsdal Mikkelsen, sum er trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann fer at tala um Nikodemus.

Á møtinum syngur kvinnukórið úr Emmaus. 

Sunnudagsskúli og møti sunnudagin

Sum vanligt er í Meinigheitshúsinum, so verður sunnudagsskúli klokkan 14:00 sunnudagin, har bíbliusøga, sangur og mangt annað er á skránni. Eftir sunnudagsskúlan verður drekkamunnur, har tíð er til prát, hugna og spæl hjá bæði børnum og vaksnum.

Longu klokkan 16:00 byrjar møti við Kristian Martin Petersen. Fuglfirðingurin fer at tala um ríka unglingan og Argjakórið syngur. 

Aftaná eru øll boðin til nátturða í Meinigheitshúsinum. 

23. januar klokkan 19:30:
Jákup E. Petersen talar
Martha og Tummas Pauli Mýru syngja

24. januar klokkan 19:30:
Carsten Fonsdal Mikkelsen talar
Kvinnukórið í Emmaus syngur

25. januar klokkan 14:00
Sunnudagsskúli
Drekkamunnur aftaná

25. januar klokkan 16:00
Kristian Martin Petersen talar
Argjakórið syngur
Nátturði aftaná

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina