Stórar broytingar í Iran

Hetta er í roynd og veru onki nýtt. Tað er bert so ótrúligt, at tað má sigast um og umaftur. Tí hetta er søgan um eina veking, sum ikki tykist at steðga við tað fyrsta.

Seinastu 10–15 árini hava vit javnan hoyrt um eina kristna veking í Iran. Í Evropa varnaðust vit hana, tá stórir flóttafólksstreymar í 2015 floymdu inn yvir evropeisku mørkini, serliga úr Sýria og fleiri av tess grannalondum. Teir høvdu við sær eina veking úr sínum heimlondum, og tað førdi til, at persisktalandi í stórum tali vórðu umvend.

Tað er nú 10 ár síðani, og í roynd og veru er onki nýtt at skriva: Vekingin í Iran heldur fram við somu styrki. Sambært frágreiðing frá Hudson Institute í 2023 vóru longu tá yvir ein millión nýggj kristin í landinum.
Nú, bert tvey ár seinni, sigur Bible Society í Onglandi, at uml. 2000 iranarar hvønn dag gerast trúgvandi. Tað svarar til meira enn 700.000 nýggj Jesus-trúgvandi um árið – og so mitt í einum av heimsins mest afturlatnu og kúgandi samfeløgum.
Iran liggur sum nr. 9 á World Watch List 2025 hjá Open Doors, yvir lond, har kristin verða mest atsøkt.

Men hóast hóttanir, eftirlit og fongsulsrevsingar, so veksur kirkjan kortini – ikki í stórum bygningum, men í smáum húsfelagsskapum og á krypteraðum netrásum, har fólk finna vón mitt í ræðsluni.

LES EISINI  Pakistan: Deyðadømda Asia Bibi verður leyslatin

Ein veking, sum hevur verið ávegis í áratíggju

Men hvat er tað í veruleikanum, sum hendir í Iran? Jú, fyrst og fremst kunnu vit staðfesta, at Heilagi Andin hevur nógv at gera í landinum. So latum okkum hyggja at, hvørji amboð Andin nýtir í einum so afturlatnum landi.
Men fyrst mugu vit leita fram Rómbrævið kap. 8, vers 28: “Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.

Sjálvt í einum landi, sum liggur sum nr. 9 á World Watch List, síggja vit, hvussu mótstøða og myrkur verða vend til møguleikar fyri evangeliið.

Hvat hevur ruddað slóð fyri vekingini?

  • Eitt stýri, sum avdúkar seg sjálvt:
    Tað sjíamuslimska prestastýrið hevur víst islam frá síni mest harðrendu síðu.
    Kúganin av kvinnum, minnilutum og trúgvandi trúarskiftingum, fær mong til at leita eftir onkrum betri – og at finna tað í Kristi Jesusi.
  • Atsøkn, sum vekir frælsislongsul:
    Mitt í ræðsluni vaknar ein djúp tráan eftir sonnum frælsi – bæði andaliga og menniskjaliga.
    Tað, sum skuldi drepa trúnna, vekir í staðin vónina.
  • Húsamøtini vaksa fram:
    Longu í 1980’unum og 90’unum byrjaðu fyrstu undirgrundarkirkjurnar at taka seg saman.
    Har varð trúgvin hildin á lívi í loyniligum felagsskapum.
  • Miðlar, sum bróta múrarnar:
    Í 00’unum gjørdu internet og satellittsjónvarp tað møguligt at prædika evangeliið uttan um eftirlitsskipan statsins.
    Rásir sum SAT-7 PARS og Mohabat TV sendu boðskap Bíbliunnar beinleiðis inn í iransk heim.
    Milliónir lurtaðu í loyndum – mong byrjaðu at trúgva.
  • Flóttafólkavekingin í Evropa:
    Tá iranarar komu til Evropa, søgdu mong, at tey longu kendu Jesus gjøgnum satellittsjónvarp ella sosialar miðlar.
    Í frælsinum kundu tey nú opið játta trúnna.
  • Stríðið hjá kvinnunum:
    Kvinnurnar hava spælt ein høvuðsleiklut í mótstøðuni móti prestastýrinum.
    Mótmælini og rørslan “Kvinna, Lív, Frælsi” hava gjørt stýrið veikari og opnað upp fyri nýggjum frælsismøguleikum.
  • Eitt veikt prestastýri:
    Sum Iran-granskarin, Rasmus Elling segði við ⁦DR.dk⁩ eftir álop Ísraels í 2025:
    Stýrið hevur júst verið fyri einum lemjandi ósigri í krígnum móti Ísrael. Um tey skulu varðveita nakað álit í fólkinum, kunnu tey ikki fara út at kúa og sláa kvinnuliga helmingin av fólkinum.” (⁦DR.dk⁩, november 2025)
    Eftir kríggið er regimið undir “einum øgiligum trýsti”, og valdið hjá ayatollainum er viknað.
  • Útbúgving, sum skapar broyting:
    Prestastýrið hevur “skapað sín egna versta fígginda”, sum Elling málber seg, við at satsa upp á útbúgving.
    Í dag duga 96 % av kvinnum at lesa og skriva, og tær mynda helvtina av teimum, sum ganga á universiteti.
    Tá tey ungu læra at hugsa sjálvi, byrja tey eisini at seta spurningar – um trúgv, vald og frælsi.
LES EISINI  Kristnar kvinnur bøta tvífalt

Hetta er bert ein lítil partur av mongum umstøðum, sum á ein ella annan hátt tykjast virka til frama fyri iransku kirkjuna.

Trúgv mitt í atsókn

At vera kristin í Iran er framvegis vandamikið. Handtøkur, avhoyringar og eftirlit er gerandiskostur hjá mongum, sum hittast í smáum húsfelagsskapum. Stýrið roynir at eyðmerkja umvend fólk við andlitsafturkenning og loyniligum njósnarum – men vekingin heldur fram.

Hóast tey ikki kunnu hittast alment, møtir Jesus fólki handan afturlatnar dyr.
Og Hann letur upp hjørtu, sum eingin stjórn dugir at lata aftur.
Tí alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud.

Keldur og grundarlag:

  1. Hudson Institute (2023) – “Good News from Iran: A Million New Christian Believers” 
    https://www.hudson.org/religious-freedom/good-news-iran-million-new-christian-believers-lela-gilbert 
  1. Bible Society UK (2025) – “Every day 2,000 people are giving their lives to Him” 
    https://www.biblesociety.org.uk/get-involved/donate/appeals/iran 
  1. Open Doors UK – World Watch List 2025: Iran (Rank 9) 
    https://www.opendoorsuk.org/persecution/world-watch-list/iran/ 
  1. Cato Institute (2024) – “Iran tries to stem religious conversions from Islam” 
    https://www.cato.org/commentary/iran-tries-stem-religious-conversions-islam 
  1. Operation World – Iran Profile: Evangelical Growth Rates 
    https://operationworld.org/locations/iran/ 
  1. GAMAAN Survey (2020) – “Iranians’ attitudes toward religion: Results from a 2020 survey” 
    https://gamaan.org/2020/09/08/iranians-attitudes-toward-religion/ 
  1. Christianity Today (2020) – “Survey Shows Christianity Growing Fast in Iran” 
    https://www.christianitytoday.com/news/2020/september/iran-christian-conversions-gamaan-religion-survey.html 
  1. SAT-7 PARS / Christian Today (2016) – “60,000 Iranians download Bible using new anonymous app” 
    https://www.christiantoday.com/article/60000.iranians.download.bible.using.new.anonymous.app/81358.htm 
  1. Persecution.org (2024) – “Iran: Where Oppression Helps the Church Grow” 
    https://www.persecution.org/2024/10/18/iran-where-oppression-helps-the-church-grow/ 
LES EISINI  Hví eru eingi kristin børn í Norðurkorea?

Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað
Edvard Poulsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina