Leita
Stutttíðarmissión er ein góður møguleiki hjá tær at læra um og royna teg í missión í styttri tíðarskeið, frá eini viku til tvey ár.
Øll hava rætt til góð barnaár er eitt tilboð til børn og ung í aldrinum 0-25 ár og til familjur, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsdrekka/rúsevnir fylla ella hava fylt ov nógv í familjuni.
Felagsskapurin Mirjam hevur sum endamál at hjálpa kvinnum í Afrika til sjálvbjargni við íverksetan, soleiðis at hesar kunna vinnan pening til mat og heim til teirra børn.
LMH er stytting fyri Luthersk Missions Højskole – ein háskúli og bíbliuskúli í einum. Her er tíð til Gud, til tín sjálvan og til onnur. Møguleiki er at taka eitt 5 ella 10 mánaðar skúlaskeið.
KUMPAS leiðir teg á eina spennandi ferð ígjøgnum Bíbliuna og hjálpir tær at skilja, hvat hon snýr seg um. KUMPAS kemur út 2 ferðir um árið og gevur tær ein stuttan bíbliutekst at lesa hvønn dag við eini frágreiðing, avbjóðingum og spurningum at hugsa um.
Føroyska sjómansmissiónin hevur síðan byrjanina í 1918 havt tvey hjartamál – og tey at boða Guds orð til sjófólkið og at stimbra trúgvandi sjófólk í trúnni og í trúarlívinum. Tí hevur sjómansmissiónin trúboðara í starvi, sum vitjar umborð á skip og bátar.
Tak ein steðg og set fokus á framtíðina. Eitt uppihald á bíbliuskúlanum Børkop í 5 ella 10 mánaðir kann hava ein avgerandi týdning fyri títt lív – óanisæð um tú ert nýggjur í trúnni ella hevur tørv á at fáa eitt “kick” í títt kristnilív.
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur 6 trúboðarar í starvi, ið gera eitt fjølbroytt arbeiði.
Manna.fo er nethandilin hjá Heimamissiónsforlagnum. Her kanst tú keypa eina ørgrynnu av góðum og uppbyggjandi kristiligum lesnaði.
SIMBA barnaarbeiði
Ungdómsarbeiði
Manna.fo – bókahandil
Sunnudagsblaðið