🗓 SKRÁIN

🇬🇧 SEE ENGLISH PROGRAMME HERE (English translation will be available for all the main meetings)

Evni: Yvirskriftin fyri stórmøtini er “Hvar finna vit vón í eini ótryggari tíð?” – Í einum heimi merktum av óvissu og ótryggleika kann myrkrið ofta kennast ovurhonds stórt – bæði í globalum kreppum og í persónligum stríði. Men mitt í myrkrinum er eitt óvikandi ljós – ein vónarviti – sum myrkrið ikki kann vinna á. Til Stórmøti bjóða vit tær at læra meira um hetta ljós og ta djúpu vón, sum tað gevur.

“Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: «Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.» – Jóh. 8,12

Øll møtini verða í Skúlanum á Fløtum í Tórshavn – undantikið tematiltak leygardag seinnapart, sum er í Meinigheitshúsinum í Havn.


Fríggjadagur

25. oktober
Kl. 19:00 Stórmøti
  • Evnið: Ljósið skínur í myrkrinum
  • Alfred Petersen talar
  • Sangframførsla við Erlu Mortensen og Heðin Askham
  • Barnaansing og juniortiltak er undir møtinum (vit byrja í høllini)
  • Innsavnan til Leguhúsið í Nesvík
Kl. 21:30 Ungdómsmøti
  • Evnið: Dirvi í mótgongd – standið føst í trúnni
  • Ovi Brim talar
  • Sangframførsla við Dávur á Reynatrøð
  • Lovsangur
  • Innsavnan til Heimamissiónsungdóm

Leygardagur

26. oktober
Kl. 14:00 Temadagur í Meinigheitshúsinum
  • EVNI: At raðfesta tíð við Gudi í einum upptiknum gerandisdegi (tvey paralell tiltøk koyra samstundis)
  • Pallborðskjak um bøn í einum upptiknum gerandisdegi (miðhæddin) v/ Dagny Højgaard, Tótu Akursmørk, Sjúrður Jensen og Torleif Johannesen
    • Dagny og Tóta leggja út við hvør sínum uppleggi
    • Orðstýrari er Gerhard Mikkelsen
    • Høvi verður at seta spurningar og viðmerkja
  • Verkstova v/ Tórhild Bjarkhamar – ger eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu tú vilt raðfesta tíð saman við Gudi komandi vikuna
Kl. 19:00 Stórmøti
  • Evni: Guds friður, sum ber av øllum viti
  • Hanus á Gørðum talar
  • Felagskór úr Fuglafirði, Leirvík og Toftum syngur
  • Barnaansing og juniortiltak er undir møtinum (Vit byrja í høllini)
  • Innsavnan til Trúboðan
Kl. 21:30 Ungdómsmøti
  • Evni: At liva við einum endamáli
  • Mariann Djurhuus Poulsen talar
  • Sangframførsla við Hans F. Christiansen v/ bólki

Sunnudagur

27. oktober
Kl. 15:00 SIMBA-hitt
  • Jóhan Hansen hevur eitt orð
  • Kórið frá Sangfagnaðinum syngur
  • Innsavnan til SIMBA
  • Kringvarpið tekur upp
Nátturði verður eftir SIMBA hittið
Kl. 18:00 Stórmøti
  • Evni: Savnið tykkum gripir í himli
  • Pól Johannesen
  • Framførsla við Gadders
  • Barnaansing er undir møtinum
  • Innsavnan til Kirkjuligu Heimamissiónina
  • Kringvarpið tekur upp

Annað

Samtala og forbøn verður aftaná møtini.

Drekkamunnur og stórt bókaborð verður aftaná møtini.

Høvið verður at vitja básar hjá arbeiðsgreinum hjá Heimamissiónini og øðrum felagsskapum eftir møtini fríggjakvøld og leygarkvøld.

English Translation: The evening meetings wil be translated to English.

Deyvatulkur er til øll møtini.

{{title}}

Vel upphædd

{{amount}} kr
  • {{err}}
Stuðla við {{payment.amount}} kr

{{title}}

Upplýsingar um teg

Eg góðtaki keypstreytirnar
  • {{err}}
{{toPaymentButtonText}}
Tú verður beind(ur) til keypsrútin hjá QuickPay

Hetta gekk ikki sum ætlað

Vinarliga royn aftur, ella set teg í samband við Trúboðan

Royn aftur

Takk fyri tín stuðul

Vit takka tær fyri tín stuðul.

Takk sjálvi

Les meira um arbeiði hjá Heimamissiónini

SIMBA barnaarbeiði

Ungdómsarbeiði

Manna.fo – bókahandil

Sunnudagsblaðið

Staðseting

Øll møtini verða í Skúlanum á Fløtum í Tórshavn – undantikið tematiltak leygardag seinnapart, sum er í Meinigheitshúsinum í Havn.