Streymurin skuldi farið oftari…

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Einki kann øsa fólk sum streymslit. Serliga ikki, um tað hendir ofta. Hinvegin kunnu mong av okkum hyggja afturá og ásanna, at tað mangan vóru hugnaligar løtur, tá familjan mestsum var noydd at sita um borðið við livandi ljósi og práta og hugna sær saman. Myrkrið, streymslitið noyddi tey at vera saman.

Hetta er ikki enn ein peikifingur um, at nútíðar menniskju forsøma at hyggja hvør annan í eyguni, tí skíggjar allatíðina stjala okkara uppmerksemi. Einans tað, at vit flest øll ásanna, at tað er ein trupulleiki, serliga fyri tær tættu relatiónirnar, millum foreldur og barn, ella millum hjúnafelagar.

Vit siga eisini í alt fleiri samanhangum, at vit hava ikki tíð, men er tað allur sannleikin? Døgnið er framvegis 24 tímar. Er trupulleikin ikki heldur, at vit nýta tíðina nógv øðrvísi, enn fyri fáum árum síðani?

Lat okkum tí spæla eina løtu: Hvat nú, um eingin snildfon, teldil, telda ella sjónvarp riggaði í eina heila viku? Vegna streymslit, internetslit, aðalverkfall ella eitthvørt annað. Hvat høvdu vit nýtt tíðina til?

Høvdu vit til dømis vitjað ein, sum vit vita er einsamur/som, men sum vit annars ikki hava havt stundir at vitja? Høvdu vit bjóðað hjúnafelaganum út at eta, ella einum øðrum familjulimi ella vini heim til ein bita? Høvdu vit rætt eini einkju ella einkjumanni eina hjálpandi hond? Ella?

Spurningurin er eisini, um okkum tørvar fleiri streymslit í kristna felagsskapinum. Vit koma ofta saman. Og tað er gott. Sum missiónsrørsla “framleiða” vit eina langa røð av góðum og meiningsfullum tiltøkum. Tí vit vilja røkka so langt sum gjørligt við tí fantastiska boðskapinum um Jesus!

Men forsøma vit at hyggja hvør annan í eyguni í kristna felagsskapinum? Ella eru góðar menniskjaligar relatiónir okkara millum, sannur áhugi og umsorgan, tá mikrofonirnar og videokanónirnar eru sløktar, og klaverlokið er latið aftur? Avmarkar felagsskapurin seg kanska til løtuna við kaffikoppinum í hondini? Ella hava vit eisini menniskjaliga umsorgan fyri hvør øðrum uttanfyri missiónshúsið? Tørvar eisini kristna felagsskapinum fleiri streymslit?

Ikki tí, tað eru fleiri, ið ósjálvsøkin og næstan ósædd hjálpa og stuðla einum, ið tørvar tað. Men vit mugu eisini ásanna, at mong fingu frið at sita einsamøll, mitt í kristnu fjøldini. Ósædd. Ella í øllum førum óhjálpt. “Síggja tit ikki pínu mína? At hjúnafelagin er rýmdur? At vaksna barnið hevur rótað seg út í trupulleikar? At eg eri fíggjarliga sperd? At eg havi heilsubrek?” Og so framvegis.

Jesus átalaði fariseararnar fyri at ganga høgt uppí tíggjund, men forsøma tað, ið vigar meira í lógini, rættferð, miskunn og trúskap (Matt 23,23). Ein onnur ákæra frá Jesusi snúði seg um 4. boð um at æra faðir og móður. Tí fariseararnir høvdu ásett, at ta hjálpina, sum ein átti at givið foreldrunum, kundi ein í staðin lata templinum sum gávu. Jesus sigur, at tað er at taka Guds boð av og seta egnar siðir í staðin. Hóast tað tykist so andaligt…

Tað einfaldasta kann stundum vera tað torførasta at gera: “Ein rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og faðirinum er hetta: at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at varða seg sjálvan óspiltan av heiminum.” (Ják 1,27)