Stríðast móti einsemi við felags borðhaldi
Mong eldri fólk kenna til einsemi. Soleiðis er eisini í Danmark.
Eldraarbeiðið hjá Heimamissiónini, sum luttekur í ‘Fólkarørsluni móti einsemi’, heitir nú á staðbundnu missiónshúsini, um at bjóða til felags borðhald.
Eldraarbeiðið hjá Heimamissiónini í Danmark er partur av Fólkarørsluni móti einsemi. Hetta merkir, at eldraarbeiðið vil vera við til at minka um einsemi, sum nógvir danir uppliva. Eitt av átøkunum, sum rørslan stendur fyri, er felags átakið „Danmark spiser sammen“, sum verður í viku 45 og viku 17.
Tí heitir eldraarbeiðið nú á staðbundnu missiónsarbeiðini um at taka lut í átakinum og bjóða til felags máltíð.
Góður felagsskapur
– Mong, sum eru einsamøll í dagsins Danmark, eta einsamøll. At vera við í einum máltíðarfelagsskapi kann gera nógv gott – bæði fyri tey, sum longu koma í okkara felagsskapir, men vit vóna eisini, at vit kunnu røkka longur út við einum góðum felagsskapi,« sigur Birgit Forum, skrivstovuleiðari og partur av eldratoyminum.
Hon vísir á, at tað at eta saman er ikki bara hugnaligt, men eisini ein háttur at deila tað víðari, sum vit longu hava í felagsskapum okkara.
– Vit hava ein felagsskap og ein boðskap, sum vit ynskja at deila við onnur, sigur hon við Impuls.dk.
Her heima hava fleiri missiónshús skipað fyri líknandi átøkum. Hetta verður gjørt fyri at menna kristna felagsskapin. Samstundis er hetta ein kærkomin møguleiki hjá teimum eldru og teimum sum kenna seg einsamøll.
Kanska eiga vit at leggja enn størri dent á felagsskap og samanhald í meinigheitum okkara.