Altjóða missión

Missión er partur av okkara DNA. Hetta inniber eisini at fáa gleðiboðini út til øll fólkasløg. Tí hava vit tætt samstarv við fleiri útimissiónsfelagsskapir og trúboðarar kring heimin. Vit stuðla eisini kristiligu sjónvarpsstøðini Sat-7, ið sendir kristiligar og aðrar almannagagnligar sendingar til lond í Miðeystri og Norðurafrika á bæði arabiskum, persiskum og turkiskum máli.