Leguhúsið í Nesvík

Hvørt ár er Leguhúsið í Nesvík karmur um alskyns legur og onnur tiltøk, har túsundtals børn, ung og vaksin gista. Við nýggju útbyggingini er leguhúsið betri útgjørt enn nakrantíð, men ein so stórur bygningur, ið verður nýttur so nógv, krevur støðugt viðlíkahald. Ein húsavørður er í fullum starvi, og afturat honum eru fleiri sjálvboðin, ið hjálpa til við ymsum uppgávum.