Nýggj vindeygu í Leguhúsinum í Nesvík

Tá ið hugsað verður um umhvørvið og vaksandi útreiðslurnar til olju, so er neyðugt at skifta øll 70 vindeyguni í eldra partinum av Leguhúsinum í Nesvík.

Samlaði kostnaður at skifta øll vindeyguni út er tilsamans áleið 1.250.000 kr. Hetta svarar til ein miðal kostnað á 18.000 kr. fyri hvørt vindeyga.

1% av einum vindeyga kostar sostatt 180 kr.

Niðanfyri ber til, við gjaldskorti, at stuðla við tí upphædd, sum tú setir tær fyri. Tilber eisini at flyta pengar á konto 9181-120.251.2 og viðmerkja gávuna “Vindeygu”