Sunnudagsblaðið
Tey munnu vera fá, sum ikki hava havt Sunnudagsblaðið í hondini. Á flestu støðum um landið verður blaðið enn borið út, annaðhvørt av sjálvbodnum ella við postinum. Onkrastaðni verður blaðið lagt fram í kirkjuni ella missiónshúsinum, so fólk sjálv kunnu fáa sær blaðið. Harumframt liggur blaðið eisini frammi á sjúkrahúsum, ellisheimum, umborð á strandferðsluskipum og aðrastaðni.
Hetta eyðmjúka blað ger ikki stóran háva burturúr sær sjálvum, men sera mong seta stóran prís uppá at fáa tað. Tað kom út á fyrsta sinni í januar 1941 og kemur út aðruhvørja viku.
Endamálið við Sunnudagsblaðnum er at bera fólki eitt gott orð. Sum Karl N. Hansen, fyrrv. blaðstjóri, segði við Trúboðan í samrøðu stutt fyri jól í 2000:
– Ætlanin við blaðnum er, at fólk skulu fáa eitt orð at hugsa um. Okkurt stutt, sum tey hava tíð at lesa.
Tað er torført at gera upp, hvørja ávirkan Sunnudagsblaðið hevur havt hesi skjótt 80 árini, tað er komið út. Tí tað hevur talað og talar enn sín stilla boðskap nógvstaðni, har fólk sita, standa ella liggja fyri seg sjálv.
Seinastu árini hevur eisini borið til at lesa blaðið á netinum og leitast kann eftir bløðum aftur til 2013.
Fíggjarliga verður blaðið borið av sjálvbodnum gávum frá kirkjum, missiónshúsum og einstaklingum. Alt arbeiðið við blaðnum verður gjørt ókeypis, og gávurnar fara til at framleiða blaðið og partvís til at bera blaðið út við postinum.