Útbyggingin í Nesvík
Leguhúsið í Nesvík varð tikið í nýtslu í 1993, og í apríl í 2019 vóru ein nýggj kombihøll og felagsøki tikin í nýtslu. Nú er eftir at innrætta kamarslonina, og tað gera sjálvboðin ólønt. Samlaða verkætlanin kostar um 35 milliónir krónur, og partur av hesum er fíggjað við láni. Tí er tørvur framvegis á góðum stuðli; jú betri undirtøku, jú fyrr verður lánið goldið aftur.