Summarlegurnar: Fleiri enn 500 tilmeldingar í hálvan tíma
Mánadagin kl. 18.00 læt tilmeldingin til summarlegurnar 2025 upp.
Tá ið hálvur tími var farin, høvdu fleiri enn 500 børn teknað seg til summarlegurnar.
Áhugin at fara á summarlegu má sigast at vera stórur. Og legurnar eru til stóra signing og gleði fyri nógv børn, ung og familjur á hvørjum ári.
Barnalegurnar í Nesvík eru longu fullteknaðar, men enn er pláss á summarlegunum í Porkeri og í Vágunum.
Harafturat er pláss enn á ungdómsleguni, sum verður í Nesvík í summar.
👉 Tilmelding fer fram á https://www.mission.fo/tilmelding
👉 Hevur tú áhuga í at hjálpa til við einumhvørjum á onkrari summarlegu, kanst tú seta teg í samband við barna- og familjuráðgevan á johan@mission.fo
