Sunnudagin gongur talvan fyri arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjum okkara. Talvudagurin er vanliga sexagesima sunnudag, sum í ár er 8. februar.

Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla innan Fólkakirkjuna, er stórt og víðfevnt.

Heimamissiónin fæst við familju-, barna- og ungdómsarbeiði og hevur trúboðarar í Føroyum og millum sjófólk.

Harafturat hevur Heimamissiónin ein virknan netmiðil, trubodin.fo, bókasøluna manna.fo og rekur Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er karmur um eina røð av barna- og ungdómslegum, har hópur av børnum og ungum hugna sær í góðu og tryggu karmunum í Nesvík.

Kirkjuliga Heimamissiónin verður í stóran mun fíggjað av gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

Møguleiki er eisini at lata eina gávu á konto 6460-151.376.3

Kirkjuliga Heimamissiónin vónar, at tað aftur í ár verður tikið væl undir við innsavnanini, og takkar samstundis fyri eina góða gávu til arbeiðið.

LES EISINI  Nývaldu kirkjuráðini virkin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina