Tá ið Heimamissiónin kom til Føroya
Um aldamótið sat í Leirum í Hvalba í Suðuroynni ein ungur danskur prestur, ið nevndist Busch. Kona hansara var føroysk, dóttir Jákup Dahl, keypmann í Vági.
Einaferð, tey vóru og vitjaðu í Danmark, hittu tey ein ungan mann, ið hevði lisið til prest; hann nevndist Axel Fr. Moe. Honum líktist so væl á ta ungu prestafrúnna við tí løgna tosingarlagnum, at hann helt fyri, at um allir føroyingar vóru eins og hon, kundi hann havt hug at gjørt eina ferð til Føroya.
Ferðin kom í lag. Axel Moe kom til Hvalbiar. Hann hjálpti Busch við prestastarvinum, og hann savnaði fólkið til kristiligar samkomur.
Bæði hann og presturin vóru greiðir yvir, at tað var stórur tørvur á prestum og trúboðarum, ið kundu bera fólkinum ein livandi boðskap. Og tá ið Axel Moe á heysti 1904 var niðri í Danmark, fór hann at hitta Zeuthen, próst, ið var formaður fyri Indre Mission í Danmark, um tað ikki var gjørligt at senda ein ungan, raskan mann til Føroya, sum kundi bera gleðiboðskapin út um oyggjarnar. Zeuthen svaraði, at teir høvdu ongan at senda. “Men nú ið tú kortini býrt í Føroyum, kundi tú so ikki hugsað tær at arbeitt har uppi sum sendimaður okkara?”
Moe umbar seg við, at heilsan svíkti. Tosað varð aftur og fram um málið, og úrslitið varð so, at Moe játtaði at gerast trúboðari í Føroyum.
Hetta var, sum áður sagt, í 1904. Og tí verður hetta árið mett at vera stovningarárið fyri Heimamissiónina í Føroyum.
Axel Moe kom nú heimaftur til Føroya. Nú var hann settur trúboðari, og hann byrjaði virki sítt í Suðuroynni. Men longu árið eftir flutti hann til Havnar, tí honum tóktist hana at liggja betur fyri, tá ið hugsað verður um ferðirnar, hann skuldi gera út um oyggjarnar.
Kelda: Brot úr Heimamissiónssøguni/Chr. Høj
Ískoyti frá mission.fo: Í 1921 varð samfelagsráð sett á stovn fyri Heimamissiónina í Føroyum. Samfelagsráðið hevði ikki nakran myndugleika yvir trúboðarum ella heimamissiónssamfeløgum, men heldur eina ráðgevandi uppgávu, sum bindilið millum missiónsarbeiðið í Føroyum og Høvuðsstýrið fyri Indre Mission í Danmark.
Í 1990 gjørdist Heimamissiónin sjálvstøðug. Tað er tó enn eitt gott samstarv millum donsku og føroysku heimamissiónina. Hægsti myndugleiki fyri Heimamissiónina er Høvuðsstýrið. Heimamissiónin hevur í dag serliga trý høvuðsøki. Tað er heimamissión, sjómansmissión og altjóða missión. Harafturat er eisini eitt ávíst diakonalt hjálpararbeiði.
.