Taborkórið 25 ár

Fagnaðarkonsert verður í Fríðrikskirkjuni 30. oktobur kl. 19.00.

Tann 24. august í ár 2000, varð avgjørt at byrja eitt nýtt kór í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Ikki tí, Streingjakórið var har og var virkið, men nøkur ynsktu eitt meiri rytmiskt kór við nýggjari sangum.

Eina viku seinni, tann 31. august varð bjóðað til fyrstu venjing. Undirtøkan var góð, og longu fyrsta kvøldið møttu 30 áhugaðir sangarar.

“Harri Jesus send tú meg” var fyrsti sangur, ið kórið lærdi. Hendan bønin hevur líkasum verið grundarlagið øll árini. Endamálið við kórinum er jú at verða send av Jesusi og samstundis uppliva, at hann hevur gingið undan allan vegin – øll árini.

Kórið syngur fyri tað mesta trý- og fýrastemtar føroyskar og enskar sangir og sálmar. Dentur verður lagdur á at finna góðar tekstir, tí hann hevur stóran týdning.

Hóast Taborkórið hevur heimstað í Tabor á Toftum, har tað virkar fyri tað mesta, so hevur kórið ferðast nógv um landið. Tað hevur sungið til møtir, missiónsvikur, guðstænastur, stevnur og annað. Mong ung og eldri fólk hava sungið við hesu 25 árini, og hevur kórið verið til signingar fyri mong. Nøkur hava verið við øll árini. Flestu árini hava sangarar eisini verið við úr øðrum bygdum. Kórið hevur gjørt tvær uttanlandaferðir.

LES EISINI  Taborkórið 20 ár: - Jesus skal hava alla æruna

Kórið hevur verið virkið øll árini frá august til maj/juni, tá tað tað vanliga fer í summarsteðg.

Í koronatíðini, tá trupult var at savnast, ferðaðist kórið einaferð um í Nes kommunu og hevði sangløtur úti. Steðga var á ymiskum støðum og mong lýddu á.

Talið á sangarum hevur sveiggjað frá 25 og upp til 40. Í august í ár, tá kórið byrjaði aftur, hevur tað verið met luttøka við umleið 50 sangarum. Tað er bæði gleðiligt og hugaligt.

Kórleiðarin, Jónhild Djurhuus, og klaverspælarin Andrea á Regni Højgaard, hava verið við øll árini, burtursæð frá onkrum mánaðum tær hava verið í barsil. Jógvan Olsen hevur spælt bass í mong ár.

Hóskvøldið 30. oktobur kl. 19.00 verður føðingardagskonsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Tá fer kórið at syngja eldri og nýgggjari sangir og soleiðis hátíðarhalda og takka fyri 25 signaði ár. Eftir konsertina verður drekka í kirkjukjallaranum, har høvi verður at heilsa upp á sangarar og njóta eina hugnaliga løtu saman.

LES EISINI  Taborkórið vitjar í Áarstovu í Aarhus

Eitt bíbliuorð, sum leiðslan í kórinum er fegin um, stendur í 5. Mós. 31,8: ”Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!”

Sí eisini sjónband niðanfyri…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina