Taborkórið í sjónvarpinum

Føðingardagskonsertin hjá Taborkórinum, sum varð hildin hóskvøldið 30. oktobur í Fríðrikskirkjuni á Toftum, kann skjótt síggjast í sjónvarpinum.
Á konsertini sang kórið bæði eldri og nýggjar sangir og hátíðarhelt og takkaði fyri 25 signað ár.

Nú ber til hjá øllum at uppliva hesa vøkru og hátíðarligu løtu heima í stovuni, tá sendingin verður víst sunnudagin 21. desember kl. 20:30 á Rás 1. Vit vóna, at bæði tey, sum vóru til staðar, og øll onnur, fara at njóta konsertina.

LES EISINI  Taborkórið 20 ár: - Jesus skal hava alla æruna
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina