Tað andaliga stríðið um Ísrael

Sonni Jacobsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Stríðið í Miðeystri er millum Ísrael og tess fíggindar, sum í dag í høvuðsheitunum eru Iran og teir terrorbólkarnar teir hava fíggja og stovnað í Libanon, Gasa og Yemen, ávikavist Hesbolla, Hamas og Hutiarnir.

Vit sum kenna Guds orð vita, at stríðið er í høvuðsheitum andaligt og stavar í grundini heilt frá skapan heimsins. Tá Adam og Eva fullu í synd og komu undir ræði djevulsins.

Í 1. Mósebók lesa vit í skapanarsøguni at Gud gav eitt lyfti, at djevulin skuldi ikki altíð ráða yvir menniskjunum, men ein skuldi koma, sum at enda skuldi knúsa høvur djevulsins. Hetta var Jesus.

Seinni lesa vit, at Gud útvaldi sær eitt fólk, eitt land og ein høvuðsstað við Ábrahami sum ættarfaðiri. Tað kom at vera jødiska fólki, Ísrael og Jerusalem.

Djevulin hevði longu gjørt seg til fígginda nummar 1 móti Gudi. Og longu tá menniskja varð skapt, var hann ein fallin skapningur og rikin út úr himli saman við sínum fallnu einglum, sum gjørdust illir andar og demonir her á jørð.

Tað er hesin fallni skapningur, sum í slangulíki fær Adam og Evu at falla í Edens urtagarði. Og harvið var slit millum menniskja og Gud, og djevulin fekk ávíst vald á menniskjanum. Tó ikki longur enn Gud loyvdi.

Tá Gud útvaldi tað sum bleiv til jødarnar og til Ísrael, so gjørdust teir samstundis fíggindar á jørðini hjá djevlinum. Heimurin liggur sum nevnt undir valdi djevulsins, og børn myrkursins hata tað myrkrið hatar. Í dag er tað fyrst og fremst jødarnar og síðan tey kristnu, tey sum hava givið sítt lív til Jesus.

LES EISINI  Vitnisburður: Drápið á vinkonuna leiddi hann til Jesus

Vit undrast mangan á hví hatri til jødarnar og Ísrael er so sterkt og so intenst. Tað er tí tað er fest í úr helheimi av djevlinum sjálvum. Tó at jødarnir eru útvaldir av Gudi og øll bíblian stórt sær er skrivað av jødum, og fer fram í Ísrael og handlar um jødar, so eru jødarnir púra vanlig menniskju, eins og tú og eg.

Gud sigur sjálvur í sínum orði at útveljingin var ikki tí tey vóru betur enn onnur. Tað prógvaðu tey eisini sjálvi gjøgnum alla bíbliusøguna. Tey vóru eitt sera treiskt fólk. Tey eru ein mynd upp á mennsikja um allan heim sum tá eins og nú treiskast móti Gudi. Men Gud valdi jødarnar út tí tað var ein lítil tjóð og hann vildi sýna sína dýrd og megi móti stórum tjóðum gjøgnum hetta lítla fólk. Sýna gjøgnum hetta fólk og sítt orð, at tað sum hann sigur og lovar, tað heldur, hóast at menniskjan er ótrúgv.

Og hann brúkar hetta fólk og tess søgu at læra okkum hvør hann er, stundum gjøgnum stór undur, og hvørjar standardir hann hevur. Og at læra okkum um frelsuætlan hansara við Jesusi Kristi.

Men her blívur tað eitt sindur fløkjasligt, tí hesin treiski jødin tók ikki ímóti sínum Mesias, tá hann endiliga kom. Tað er Jesus. Tí sigur Jesus eisini í líknilsinum um brúdleypið, at tey bodnu vildu ikki koma, so varð boð sent út, at bjóða øllum teimum, sum gingu úti á gøtunum við í staðin. Tann bodni var jødin, tey úti á gøtuni var tann fallni heimurin. Nú fekk hann ein møguleika. Og tað er við trúgv á Jesus og hansara verk á Golgata.

LES EISINI  Holocaust á tímatalvuna

Men jødin er hvørki sleptur ella gloymdur av Gudi. Hetta hava mangir kirkjuleiðarar gjøgnum tíðina ikki skilt og tí enntá verið við í forfylgingum av jødunum, sum eftir at hava avnokta Jesus og givið hann upp til rómverjar at krossfesta, vóru riknir úr landinum og spjeiddir út um allan heimin.

Tó sigur Paulus, at Gud hevur als ikki slept teimum. Gomlu profetiirnar søgdu eisini, at jødarnir skuldu verða riknir út um allan heimin, men í síðstu døgum verða samlaðir aftur í landinum. Og teir, sum ikki vildu fara heim góðvilliga, teir skuldu verða jagaðir heim. Tað er helst tað vit síggja í dag. Tí tað er í Ísrael teir skulu vera.

Tí er eisini alt stríð ímóti Ísrael og tess ognarluti í landinum, stríð móti sjálvari Guds ætlan við jødunum. Og tessvegna stríð við Gud sjálvan. Tað er tað vit hava sæð við kríggjunum sum hava verið í Miðeystri øll hesi árini frá 1948. Tað er ein roynd frá djevlinum sjálvum at reka og týna fólki úr hesum landinum. Tað eydnaðist honum enntá næstan at týna hetta fólki áðrenn tey komu har í 1948. Men hann fekk ikki loyvi til at fullføra hetta ónda verk. Og hann fekk heldur ikki loyvi at vinna á Ísrael við teimum herum og kríggjum hann sendi ímóti teimum seinni og til dagin í dag.

Handritið til søguna er alt í Guds orði – bíbliuni. Vit kunnu lesa tað. Og tað fer at vera so, sum har stendur, tí Gud sjálvur vil vera garantur fyri tí. So kunnu menniskju rópa at týna jødan “From the river to the sea” – frá “Jordans á til Miðjaðarhavið”, hetta er róp úr helheimi íbyrt av djevlinum sjálvum og hansara ynski at týna jødarnar. Tí ein sera vandamikil leið at ganga fyri eitt meinniskja.

LES EISINI  Video av djúpasta yvirgangstunli hjá Hamas

Bíblian sigur, at Jesus skal koma aftur á jørðina við sínum himmalsku herskarðum. Og hann skal tá ráða úr Jerusalem og jødin skal vera har tá hann kemur og tey skulu øll venda um á einum degi og gráta so sáran yvir honum. Hetta skilir djevulin so dánt og vil tí arbeiða ímóti hesum – men sjálvandi til fánýtis. Men hann ger tað kortini, tí tað er í hansara ónda dna. Tað stendur eisini, at tann sum roynir at lyfta “havið” sum er Jerusalem, hann skal sjálvur meiðsla seg sundur.

Vegna hetta, sum her er frágreitt í einfaldum og stuttum formi, velur tann trúgvandi at standa á Guds síðu í ævigu ætlan Guds um heimin og framtíðina. Tað hevur einki við politikk at gera. Tí tað er eitt andaligt stríð.

Vit kunnu hjálpa í hesum stríðnum við at biðja. Biðja fyri friði yvir Jerusalem. Biða um verju yvir Ísrael móti øllum tess fíggindum. Men eisini biða um, at eyguni hjá fíggindunum verða latin upp so tey skilja, at tað tey gera er ikki Guds vilji, men at tey eru villeidd av tí ónda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina