Tað skal haldast

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Sum vant gekk eg mær ein túr, tá eg var heimkomin úr arbeiði. Hundurin, Kvika, var við sum vant. Dugi mestsum ikki at ganga ein túr uttan hund, og so ber tað tann vinning við sær, at vit koma í prát við fleiri á ferðini, Kvika og eg. Hon er so fitt!

Tað helt ein eldri maður eisini í kvøld. Eg síggi so, meðan vit ganga framvið, hvussu væl hann heldur húsini og alt rundanum. Segði hetta við hann. Jú, helt hann. Tað má haldast, annars fer alt bara!

Ja, tað má haldast! Ella røkjast. Alt! Húsini, túnið, garðurin, alt tað, sum sæst uttanífrá. Tað er so hugaligt at síggja, bæði fyri ein sjálvan og tey, sum koma framvið. Men tað krevur tíð at røkja. Nógvir vakrir urtagarðar eru at síggja. Men tað gerst alsamt vanligari, at skervur verður lagdur í garðin, ella tað verður steinsett á onkran hátt, og so verða nakrir pottar settir við plantum. Man tað vera, tí at fólk ikki longur hava stundir at røkja urtagarðin?

Men – alt má røkjast! Eisini tað nógva, sum eingin, sum kemur framvið, sær!

Vinalag, tað má haldast! Røkir tú ikki eitt vinalag, men bert tekur tað sum eina sjálvfylgju, einki gert fyri at fjálga um tað, so kanst tú missa tað. Tí hvussu skal vinurin vita, at hann hevur týdning fyri teg, um ikki tú vísir tað? Hann roynir heldur at vinna sær nýggjar vinir.

Familjulív, tað má eisini haldast! Tú mást røkja sambandið við børn, foreldur, systkin og longur út í familjuna, um tú skalt fáa gleðina og uppliva, hvussu gott tað er at vera fleiri, sum hoyra saman.

Hjúnabandið, tað má haldast! Bæði tíð og kreftir mugu nýtast við kærleika og áhuga fyri at røkja hjúnabandið. Mong eru vaknað til tann kalda veruleikan, at tey hava mist sín hjúnafelaga, kanska vegna vanrøkt? Hjúnafelagin var kanska vorðin ein so gerandislig sjálvfylgja, at ein bara læt standa til og gloymdi at røkja hjúnabandið?

Okkara trúarlív ella gudsbarnalív, tað má eisini røkjast! Tað má fjálgast um við samveru við Gud og trúarsystkin. Við at taka góða føði til sín gjøgnum Orðið, bøn, altarborð og felagsskapin. Sum alt annað lív, má trúarlívið røkjast. Eru vit bara líkasæl, hugsa kanska, at hetta fekk eg í dópsgávu, og er bara ein sjálvfylgiligur partur av mínum lívi, so tað man fara at ganga gott á evsta degi, ja, so kann tað ganga heilt galið. Tí lívið varð ikki røkt!

Tað man vera fáur, sum við vilja misrøkir sítt samband við onnur menniskju, hvørki tann nærmasta ella tey nærmastu, ella tey, sum eru eitt sindur longri burtur. Somuleiðis man tað vera fáur, sum misrøkir sítt trúarlív ella gudsbarnalív við vilja, tilvitað. Men maðurin, Kvika og eg komu framvið í kvøld, heldur ikki bara soleiðis av tilvild síni hús og alt rundanum so sera væl. Nei, hann leggur stóran dent á og nógva tíð og orku í tað. Á sama hátt kunnu vit ikki vænta, at tað, at røkja okkara samband bæði við Gud og menniskju, kemur bara soleiðis av sær sjálvum! Nei, vit mugu brúka bæði tíð og orku, kærleika og áhuga til tað!

Og skal munur gerast, so hevur tað, at røkja hetta, sum eingin sær, størri týdning, enn at røkja alt tað, sum sæst væl, tá onkur kemur framvið!

Sólbjørg Símunarson, Argir