Tað vilja vit ikki…

Jeremia var kallaður á ungum aldri at vera eitt amboð í Guds hond. At vera hansara talirør. Og tað lyfti, hann fekk frá Gudi við sína kallan – hetta lyfti helt hann fast við líka til endan – ja, í eitt mannaminni.

Hansara lív var ikki lætt. Hann varð forfylgdur, hann leið hungur, hann varð settur í gapistokk, hann varð tveittur í ein brunn at doyggja í rununi, hann varð tveittur í fongsul, hann varð tikin av sínum egnu, og hann valdi tað truplu leiðina, tá hann kundi havt valt tað betri og tryggu leiðina – í trúfesti til tað kall, hann hevði fingið. Og ikki minst – nærum eingin lurtaði eftir honum. Tað fólk, hann boðaði fyri, vildu ikki venda um. Tey vildu ikki lurta. Men hann gavst ikki.

So sigur Harrin: Takið støðu við vegirnar og rannsakið og spyrjið eftir fyrndargøtunum, har eydnuleiðin man liggja, gangið tit hana; tá skulu tit finna hvíld fyri sálir tykkara. Men teir svaraðu: Nei, tað vilja vit ikki! Og eg skipaði teimum varðmenn: Hoyrið lúðrablásturin! Men teir svaraðu: Nei, tað vilja vit ikki!
Jeremia 6, 16-17

Tey lurtaðu eftir summum profetum, – eftir svikaprofetum –  vit kunnu í Jeremia 28 lesa um ein annan, sum var profetur, Hánanja, sum profeteraði at tað skuldi verða friður – Júdafólk hevði einki at óttast – um tvey ár skuldi tað verða friður. Tá sigur Jeremia – at tá profetar boða frið, tá er vandi á ferð.

Men Jeremia vildu tey ikki lurta eftir. Hví?

Jú eg trúgvi tí, at hann hevði ein greiðan boðskap um umvending, ein greiðan boðskap um at vendu tey ikki um, so gekk gali. So varð endin ólukkiligur, ja ævig týning. Hann talaði alt Guds orð. Hann talaði ikki so tað kitlaði fólki í oyrini. Og hann ávaraði tey, ið hildu seg byggja á trygga grund, men vóru fjald í falskleika.

Jesus var í hesi somu støðu, m.a. sigur hann í Lukas, 13,34: Jerúsalem, Jerúsalem! tú sum tekur profetarnar av lívi og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað saman børn tíni, eins og høna ungar sínar undir veingirnar á sær, – og tit vildu ikki.

Hetta var í Jeremiasar tíð. Hetta var í Jesusar tíð – men er hetta ikki eisini ein boðskapur inn í okkara tíð?

Jú, so avgjørt. Menniskja er ikki broytt.,

Menniskjans – okkara – grundleggjandi freisting og synd er, at vit vilja ikki. Vit vilja ikki boyggja okkum undir Guds vilja. Vit vilja ikki sleppa øllum okkara egna. Vit vilja ikki sleppa okkara stoltleika. Vit vilja ikki viðurkenna, at tað er ein sum hevur alt valdið í síni hond. At tað er ein, sum sær longur, enn vit síggja, at tað er ein, sum veit hvat er okkara besta og til okkara signing. At tað er ein, sum sær alt, meðan vit bert síggja í brotum. At tað er ein vilji, ið er hægri enn okkara vilji. Vit vilja ikki boyggja okkum fyri, at tað er ein sannleiki. Vit vilja ikki boyggja okkum fyri, at tað eru ikki vit, sum definera sannleikan, men sannleikin er komin til okkum uttan í frá. Ja, kom í heimin sum frelsari.

Kanska er tað ikki rætt at generalisera soleiðis – men heldur siga  – “mong vilja ikki”. Tað hevur altíð verið ein skari, stundum lítil og í tí dulda, men stundum stórur og við áræði, sum hevur sæð, at tað sum Jeremia segði, var rætt og satt, at tað sum Jesus segði, var rætt og satt. Ja, hetta er at líta á. Hetta er sannleikin, ið ber um deyða og grøv.

Jeremia segði: Hoyr lúðrablásturin. Tað skal vera áheitanin til tín, sum lesur hesi orð í dag. Steðga á og lurta – er tað ikki eitt ljóð, nær ella fjart, ið vekur títt hjarta? Er tað ikki ein ljóð, ið boðar um tann, sum koma skal? Sum boðar um, at ein er á veg, sum er mentur at vekja deyð til lívs, og gera alt nýtt? Hoyrir tú lúðrablásarin? Er tað ikki ein rødd, sum minnir á fyrndargøturnar?

Lurta eftir lúðrablásaranum, tá hann sigur: Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum. (Opinberingin 3,20)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina