Takk fyri trúgva tænastu – og vælkomin í hópin!
Í dag var ein serlig løta á skrivstovuni hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, har starvsfólkini savnaðust til eina hátíðar- og takkarløtu. Vit takkaðu einum starvsfólki og tveimum volontørum fyri trúgva tænastu, og bjóðaðu einum nýggjum volontøri vælkomnum í starvsfólkahópin.
Silja Jensen fekk í dag prógv sum skrivstovulærlingur við sergrein innan fyrisiting. Hon hevur verið í læru á skrivstovuni seinastu tvey árini og hevur við sínum dugnaskapi og blíða lyndi verið ein virkin partur av arbeiðinum. Hetta var samstundis hennara seinasti arbeiðsdagur, og vit takka henni hjartaliga fyri tíðina og ynskja henni alt tað besta framyvir.

Vit takkaðu eisini Moniku Mariu Kristiansen, sum hevur verið volontørur innan barna- og familjuarbeiðið seinasta hálva árið. Hon hevur arbeitt tætt saman við barna- og familjuráðgevanum og hevur samskipað barnalegur, familjulegur og onnur tiltøk við eldhuga og umsorgan.

Gunnvør Hentze hevur eisini verið parttíðar volontørur og hevur hjálpt nógv til við at skriva, rættlesa og umseta, eitt nú til Trúboðan. Harafturat hevur hon týtt tvær kristiligar barnabøkur til føroyskt, sum koma út í heyst. Nú fer hon aftur í fulltíðarstarv sum lærari, og vit takka henni fyri hennara dygdargóða íkast. Hon fekk tíverri ikki verið við til løtuna í dag.
Síðani søgdu vit Andrias Garðsá vælkomnum í starvsfólkahópin. Hann byrjaði í starvi mánadagin sum volontørur innan ungdómsarbeiðið og miðlaarbeiðið, har hann kemur at virka komandi hálvárið.
Løtan varð hildin við lagkøku og einum góðum drekkamunni.
