Takk Gud fyri Petur Jacob Sigvardsen

Mánadagin 29. septembur andaðist Petur Jacob Sigvardsen, 93 ára gamal. Hóast mettur av døgum, nátt høgan aldur og klárur at fara, var hann líkasum ikki liðugur at liva. Tað var altíð okkurt skriviarbeiði, týðingar og annað, sum hann var upptikin av og sum skuldi fáast frá hondini – heilt til tað síðsta.

Petur Jacob var føddur við Gjógv í 1932. Foreldrini, Karl Jacob og Elisabeth, vóru gudsóttandi fólk, og tí var heimið og harvið uppvøkstur barnanna merktur og signaður av tí. Sum 14 ára gamal fór Petur Jacob til Havnar at arbeiða. Hann hevði ymisk arbeiði áðrenn hann í 1952 fór á læraraskúla, har hann fekk prógv í 1956. Hann var fyrsti lærari í Mykinesi og síðani í Miðvági í nøkur ár. Hann giftist við Jacobinu úr Sandavági, sum doyði í 2012. Tey fingu børnini Estrid Paula, Karl Eli Petur og Fróði.

Í 1973 flutti familjan til Havnar, har Petur Jacob gjørdist skúlaráðgevi. Hann arbeiddi innan Landskúlafyrisitingina til hann fór úr starvið í 1997, sum 65 ára gamal. Tey árini hevði hann mong álitisstørv, sum hann gekk høgt uppí.  Í 1976 var hann við til at stovna Ráðið fyri Ferðslutrygd og sat í nevndini í áratíggju.

LES EISINI  Bróðir Andreas 1928-2022 

Alsk til føroyskt mál
Tað var tíðliga, at Petur Jacob fekk alsk til føroyska málið. Bæði barnaskúlin og mamman stimbraðu til alskin, sum førdi við sær, at hann seinni byrjaði at týða bøkur, sálmar og sangir.
Árini 1962 -1967 umsetti hann andaktbókina “Kraft av nýggjum”, sum samanlagt er komin út í 10 túsund eintøkum. Hann týddi eisini føstulestrabókina “Við honum út á Golgata” og aðrar. Hann umsetti nógvar sálmar og sangir, sum vóru sungnir av ymiskum kórum.

Eftir at Petur Jacob gavst á Landskúlafyrisitingini í 1997, hevur hann skrivað hópin av bókum. Ja, sigast má, at hann hevur verið ein av virknastu rithøvundum her á landi.
Hann skrivaði 21 bøkur og týddi 5. Nevnast kann, stóra arbeiðið at skriva 6 bøkur um Gjáar søgu og 5 um torvið í Føroyum. Í 2015 gjørdist Petur Jacob heiðursdoktari við Fróðskaparsetur Føroya.

Skrivað og týtt sálmar og sangir
Hóast Petur Jacob fekk góða kristiliga barlast, so hevði hon ikki stóran týdning, tá hann sum unglingi búði í Havn. Tá stóð hugurin til dans og verðsligt virksemi. Í februar í 1954 er hann á missiónsviku á Argjum, og verður sera sterkt kallaður av Jesusi. Hann yvirgav seg til Jesus, syndara vin og frelsara, og alt lívið broyttist.

LES EISINI  Gluggin við Petur Jákup Sigvardsen (3. partur)

Hann upplivdi tað, sum Dávid í sálmi 40 skrivar soleiðis: “Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet. Ein nýggjan song hann legði í mín munn, ein lovsong fyri Guði várum, mangir tað sóu, fullir av ótta, og fingu álit til Harrans.”
Tann “nýggi lovsongurin” merkti Petur Jacob til síðsta andadrátt.

5. februar í 1954, skrivaði hann fyrsta sangin: “Góði Jesus, opna nú mítt hjarta”. Síðani komu hópin av yrktum og týddum sálmum og sangum frá hansara hond. Hann hevur eisini yrkt sálmar til allar prædikutekstirnar í kirkjuárinum.

Fyrst í juni vitjaði undirritaði Petur Jacob og fekk tá gott prát við hann. Tá hevði hann skrivað yvirlit yvir bøkur, sálmar og sangir hann hevði skrivað og týtt. Hann hevði skrivað 269 sálmar og sangir og týtt 216. Harafturat hevði hann skrivað umleið 30 yrkingar. Samanlagt eru tað fleiri enn 500.

LES EISINI  Gluggin við Petur Jákup Sigvardsen (6. partur)

Góður prædikumaður.
At vitna og tosað um Jesus, var ein neyðsyn fyri Petur Jacob. Hann var væl inni í bíbliuorðinum, og læs bøkur hjá kendum prestum og missiónsmonnum í Norra og Danmark, sum hann fekk íblástur frá. Hann var ein av bestu og lívligastu talari føroyingar hava átt. Vit eru mong sum minnast hann við gleði og takksemi, og takka Gudi fyri hann.

Hann var ein Jesu lærusveinur í orði og verki, og ein kirkju- og heimamissiónsmaður, og tað skammaðist hann als ikki við – tvørturímóti. Takk Petur Jacob!

Nú var fjørðurin rógvin og avmáldu dagarnir taldir. Hann kundi siga sum Paulus: “Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna. Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara.”

Jesus signi tykkum sum stóðu honum nærmast!

Torleif Johannesen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina