Takkarmøti í Svínoyar kirkju – ein hugnalig og innihaldsrík tíð um heysti
Av og á hevur trúboðarin hjá Heimamissiónini, Pól Johannessen, verið úti í Fugloy, Kalsoynni og Svínoy og havt takkarmøtir, har fólk savnast til at takka fyri heystið og alt tað, sum Gud hevur vælsignað okkum við. Næstan á hvørjum ári hevur Pól verið í Svínoy, og soleiðis var eisini mikukvøldið 15. oktober, tá møti og takkarløta varð hildin í Svínoyar kirkju.
Kirkjan var væl vitjað – eini 85–90 fólk vóru møtt – og hetta var ein serstøk og hugnalig løta við sangi, vitnisburum og felagsskapi. Nógv varð sungið, góðir sálmar og missiónssangir, fólk fingu eisini loyvi at ynskja sær sangir. Eitt barn ynskti sær sangin “Dukka mín er blá”, og eisini hann varð sungin við góðum lag.
Eftir nakrar sangir hevði Pól Johannessen eina talu um ótta og frið – um tann ótta, vit øll kenna til í lívinum, men eisini um tann friðin, sum Jesus gevur mitt í ófriði. Hann minti á, at trúgvin á Kristus gevur ein djúpan frið, sum heimurin ikki kann taka frá okkum. Eftir taluna varð orðið givið frítt til vitnisburð, og fleiri tóku orðið til at takka Gudi og deilu sínar egnu royndir.
Møtið endaði við einari stillari løtu, har fólk kundu takka í tí stilla, og tankarnir fóru serliga til fimta ørindið í sálminum, “Nú hvítna tindar fjøllum á”
Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav
av bøi og av fjalli,
og alt, sum ført varð yvir hav,
og tað, sum er í hjalli.
Aftaná møtið var drekka og hugni í forkirkjuni, har konur úr Hvannasundi, sum hava hús í Svínoy, so trúfastar plaga at fyrireika. Har var gott prát og hugnaligt, og kvøldið endaði við spurnakapping, sum eisini er ein fastur táttur á hesum kvøldum.
– Hetta eru sera hugnalig kvøld úti á bygd hesa tíðina, sigur Pól Johannessen. Fólk eru altíð sera gestablíð, og ein kennir veruliga, at tey gleðast um hesi kvøldini.

Trúboðin


