Tankar í sambandi við kirkjunnar føðingardag á hvítusunnu
Vit eru von við ein altjóða tíðindastreym, sum mangan kennist dapur og ber ófrættakend tíðindi um kríggj og vanlukkur.
Um tíðindi viðvíkja tað kirkjuliga landslagið, so er oftast talan um gølu, afturgongd ella stríð.
Tey góðu og gleðiligu tíðindini hoyra vit minnið um. Eitt undantak er Trúboðin, sum í ár hevur miðlað søgur, sum vekja vón, spenning og bjartskygni.
Her er nøkur av tíðindunum higartil í ár:
Svenska kirkjan upplivir ítøkiligan áhuga frá ungum svium, sum melda seg inn í Svenska kyrkan. Leitar man eftir svenskum yvirskriftum um sama evnið, so kemur man á søgur við yvirskriftum sum “Nya trenden – fler unga går med i Svenska kyrkan.”
Í Noregi ganga fleiri ung í kirkju. Sama gongd er eisini við at tey ungu lima seg inn í kirkjuna, og somuleiðis økist áhugin fyri at lesa bíbliuna.
Fyri kortum gjørdist eg varugur við kanning hjá the Bible Society, sum varð stovnað av millum annað William Wilberforce í 1804. Kanningin vísir, at eisini í Onglandi og Wales er stór øking í luttakarum til gudstænastur. Tvær milliónir fleiri ganga í kirkju har í dag, í mun til fyri seks árum síðani, tá ið kanningin varð gjørd seinast.