Tann roynda trúgvin

Tá eg skal døma um hvør og hvat eg eri, havi eg ofta lyndi til at hyggja at mínum avrikum, fyri at koma til eina niðurstøðu. Mangan samanberi eg meg eisini við onnur og meti um meg og míni evni, við at hyggja at, hvussu onnur síggja út til at klára seg. Tað kann vera á nógvum ymsum økjum, í hjúnalagnum, sum foreldur, arbeiði, ítrótt og andaliga.

“Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur.”
1. Korint 13, 12

Samanberingarnar føra ofta til, at eg komi til eina niðurstøðu, hvussu væl ella illa tað gongur hjá mær, í mun til hvussu onnur klára seg.

Henda hugsan kann smitta yvir á tað andaliga lívið. Eg kann halda, at Gud hugsar líka sum eg, tá hann hyggur at mær og metur um mítt persónliga virði; at hann hyggur at mínum avrikum og er avmarkaður av mínum førleikum.

Um eg “bara” havi fingið eina talent, so kann eg ikki brúkast til so nógv og sjálvt har gongur tað ikki betur enn næstbest. Tað er einki at gera við tað, tí hetta vóru korini, eg fekk.

Eg gloymi, at eg ikki eri einsamallur í lívinum og tí heldur ikki einsamallur um at avgera, hvussu mítt lív hepnast. Eg gloymi, at Guð hvørki er avmarkaður av mínum førleikum ella veikleikum.

Gud er ikki sum vit

Tað eru nógv dømi um, at Guð ikki letur seg avmarka av vantandi likamligum ella sálarligum umstøðum. Einaferð mettaði Jesus fleiri túsund fólk við at vælsigna matpakkan hjá einum drongi – fimm breyð og tveir fiskar.

Um eg var tann drongurin, hevði eg ynskt, at mamma hevði givið mær ein størri matpakka, tí so hevði eg betur kunna bjóðað Jesusi hann. Men, hvat – var undrið størri um drongurin nú hevði 50 breyð og 20 fiskar? Nei, tað var heldur minni. Tað avgerandi var ikki, hvat drongurin hevði, men hvat hann gjørdi við tað, hann hevði. Drongurin bjóðaði alt, sum hann hevði til Jesus; til hann, sum hevur alt vald.

Tað hevur avgerandi týdning, at vit flyta kikaran frá okkum sjálvum – yvir á Guð. Hann kann signa okkara avmarkaðu evni, førleikar og tilfeingi; hann er ikki avmarkaður av tí lítla matpakkanum ella at vit ongan “matpakka” halda okkum hava.

Dávid kongur varð av sínum holdsliga pápa vrakaður sum valevni til kongatrónuna í Ísrael. Eg ivist ikki í, at pápin elskaði Dávid, men hann dugdi als ikki at síggja hansara evnir í hesum sambandi. Heldur ikki profeturin var nakað fragari, men hann lurtaði eftir einum, sum visti betri; og hann sá nógv meira og longri fram…

Hvussu er so við mær og tær?

Við egnum viti og skili, dugi eg í besta føri, at síggja og skilja ein part av mær sjálvum. Enn verri er hjá mær at meta um onnur menniskju, sum eg bara havi møguleika til at síggja uttanífrá – likamliga, sálarliga og andaliga.

Tað er tí avgerandi, at vit lata Gud um at døma – bæði um okkum sjálvi og um okkara fatan av øðrum. At hava sjálvsinnlit er ein dygd og at hava evnir at kenna menniskju, er gott, men eingin er fullvísur uttan Gud. Tað má altíð vera á tí grund, vit virka í mun til okkum sjálvi og onnur.

Einki uttan Gud

Hóast hetta, skula vit ikki skammast við, eftir bestu sannføring, at meta um evni og dygdir hjá okkum og øðrum, tá tað krevst og sum tað mangan krevst. Men tað má vera við atliti til okkara egnu avmarkingar og við virðing fyri menniskjanum og Skapara okkara.

Skriftstaðið sigur jú: “vit síggja í spegli”, og “skilja í pørtum”. Vit atliti til, at hetta stendur í Kærleikans kapitli, er tað innbygt, at kærleikin má vera grundvøllurin undir okkara hugsan um okkum sjálvi og onnur.

Alt gott um, at vit brúka tað, Guð hevur givið okkum í Hansara tænastu, men tá vit halda, at tað er nokk í sjálvum sær, eru vit sera avmarkað og fara lættliga skeiv. Hjá leirkerasmiðinum eru nógv íløt, ymisk í útsjónd og stødd. Men um smiðurin ikki slapp at arbeiða við leirinum, so vórðu tey verandi leirklumpar. Soleiðis er æviga nyttuvirði hjá okkum tengt at, um Guð sleppur at virka við og í okkum.

Svarið uppá okkara ynski um at vera til signing í Guðs víngarði er sostatt ikki, at vit fáa evni og tilfeingi til at fremja alt tað, vit ynskja at gera ella, at vit sleppa undan øllum trupulleikum og royndum. Nei, – svarið er hinvegin, at vit í øllum lutum duga at síggja, at vit hava 100% brúk fyri Guði, líka mikið hvussu okkara støða annars er.

Lít Harranum verk tíni til, tá skulu ráð tíni fáa frama
Orðtøk 16, 3

Tá ið eg eri veikur…

Eg kenni nógv fólk, sum upp á tvørs av sínum umstøðum heldur enn grunda á egin evnir og umstøður, eru til stóra signing og vitni í sínum umhvørvi. Tey eru ein stórur vitnisburður um sannleikan í orðunum hjá Paulusi, “… tá eg eri veikur, tá eri eg sterkur” (2. Kor. 12, 10). Tá vit síggja okkara egna máttloysi, kunna vit bara rópa til Guðs og lova honum at koma inn og brúka okkum uttan at renna seg í “okkara sterku síðir”.

Eg vil fegin sleppa undan trupulleikum og hava so nógvar talentir sum gjørligt, so eg kann klára meg sjálvan. Men í ljósinum av, hvat er Guði til æru, skulu vit gleðast um royndirnar, tí tá er tað sjónligari, hvør Gud er. Tað er til størri vitnisburð fyri ein sjálvan og onnur, enn um vit sjálvi klára alt.

Tann roynda trúgvin er meira verd enn nakað gull, men tilgongdin er ofta tann sama – at vit mugu ígjøgnum nógvan hita/royndir. Lat okkum tí prísa Guði fyri alt tað, vit hava fingið og við frímóði koma fram fyri hann, sum kennir okkum sum vit eru. Men minnast til at taka við ráðunum, “Lít Harranum verk tíni til, tá skulu ráð tíni fáa frama” (Orðtøk 16, 3).
Gunnar K Nattestad

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina