Texas: Vatnflóð tók alt – fleiri gentur saknaðar á kristnari summarlegu
Ein ógvuslig vatnflóð hevur rakt Texas í nátt. Í minsta lagi 24 eru funnin deyð, men tað er enn óvist, um nakar teirra var í Camp Mystic – ein kristin summarlega fyri gentur, sum liggur við Guadalupe-ánna.
Sambært vara-guvernørinum, Dan Patrick, vaks áin næstan átta metur eftir bert 45 minuttum og tók alt við sær.
Myndugleikarnir upplýsa, at 23–25 gentur frá leguni framvegis eru saknaðar. Eingin varnaðist fyrr enn vatnfóðin kom og við so nógvari megi, at fólk ikki náddu at sleppa sær til rýmingar.
Camp Mystic hevur verið virkin síðani 1926 og er ein tvørkirkjulig lega við andaligum innihaldi, bíbliulestri og góðum felagsskapi fyri ungar gentur.
Nú standa familjur og vinir í óvissu, meðan leitingin heldur fram í myrkri og undir sera truplum umstøðum.
Hetta skrivar CBS News og fleiri aðrir miðlar.
- Bið fyri teimum saknaðu og teimum avvarðandi.
- Bið fyri hjálparfólkunum og bjargingarliðunum.

.