Tíð at dagføra stríðsætlan?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Føroyar gerast alsamt meira eitt post-kristið samfelag. Eitt samfelag, har klassisk kristin trúgv søguliga hevur havt stóran ávirkan á hugsanarhátt, atferð, stovnar, siðir, ja, flestu tættir í lívinum, men har tað er vorðið sjónligt, at henda ávirkan er viknað nógv, og verndarvirkir eru farin at falla. Drúgva almenna kjakið seinastu mongu árini um spurningar, ið hava við etikk, átrúnað og ymsar fatanir av tilveruni at gera, meiningakanningar eins og politiskar avgerðir bera skilliga boð um hesa gongd. Gamaní plaga vit at siga, at vit eru eitt sindur aftanfyri grannalond okkara, men at síggja til eru vit ikki serliga langt aftanfyri longur.

Hesa nýggju støðuna mugu vit, ið halda fast við klassiska kristna trúgv og tilverufatan, ásanna. Og dagføra stríðsætlan okkara eftir. Ikki so at vit gevast at tala fyri virðum, sum spretta av klassiskari kristnari trúgv, heldur tvørturímóti. Men at vit gera okkum greitt, at vit eru vorðin ein minniluti, at vit fyrireika okkum til, at álopini fara at gerast fleiri, og at vit gera okkum og børn okkara út til at standa mitt í hesum bardaga. Tí tað er veruleikin, um vit vilja tað ella ikki.

Gamaní rópar stórur partur av fólkinum seg enn kristnan, og gamaní er tað millum tey flestu enn høgt í metum at tosa um Jesus úr Nasaret. Men trúgvin verður alt meira skrødd leys frá teimum keldum, sum næstu vinir Jesusar lótu eftir seg um lív hansara og boðskap. Bíblian er bara skrivað av menniskjum, ið gjarna fóru skeiv, verður sagt. Og Jesus verður settur upp ímóti ápostlunum og profetunum, so at lítið annað er eftir enn næstakærleiksboðið, ið eisini verður skrykt úr sínum bíbilska samanhangi og spent fyri vognin hjá humanismuni og kensludyrkanini a la Hollywood.

Vit eru á veg aftur til (ný)heiðinskap, sum kristna trúgvin annars megnaði at sigra á nakrar øldir eftir fyrstu hvítusunnuna. Og tí líkist støðan í Vesturheiminum í dag tí støðu, sum fyrstu ættarliðini av kristnum vóru í. Munurin er bara tann, at tey høvdu heidna Europa aftanfyri seg, vit hava tað eftir øllum at døma frammanfyri okkum – við øllum tí, sum tað hevur við sær.

Óendaliga virðið hjá tí ófødda barninum verður avbjóðað, eisini hjá okkum. Gudsótti er nærum eitt ókvæmisorð, og virðingin fyri institutionellum kristnilívi minkar. Fyri ikki at tosa um virðingina fyri hjúnalagnum, sum byrjaði at ganga aftur á hond, langt áðrenn nakað æt LGBT.

Eisini trúarfrælsið kemur undir trýst. Tað var upprunaliga frælsi til at hava sína egnu trúgv, frítt at dyrka hana og geva hana til kennar í almenna rúminum. Nú verður tað alt meira snarað 180 stig, til at vera frælsi til at sleppa undan at hoyra um átrúnað í almenna rúminum. Frælsi til at hugsa sjálvur og gera sum ein vil, verður gamaní hálovað, men tú skal helst nýta tað til at vera samdur við meirilutan.

Søgan lærir okkum, at nógvir herar hava tapt kríggj, tí verjuætlanirnar ikki vóru dagførdar eftir aktuellu hóttanini. Vit eiga eisini at gera okkum út til nýggju støðuna, og á sama hátt fyrireika børn okkara og næsta ættarlið. Tí næsta hermótið er júst ávirkanin á børnini.