Tíðin komin at endurnýggja vígsluritualið…

Ein bólkur av donskum prestum skjýtur nú upp, at vígsluritualið verður eins fyri hinskynd og samkynd pør.

Fyri tíggju árum síðani skaptu vígslur av samkyndum pørum í donsku fólkakirkjuni til stórt kjak millum manna. Seks prestar hava sett fram uppskot í fakblaðnum hjá prestafelagnum um eitt vegleiðandi vígsluritual til allar vígslur í donsku fólkakirkjuni, har hin einkulti presturin, sambært hesum prestabólki, skal hava frælsi til sjálvur at velja tekst og bønir.

Tá kirkjuvígslur fyri pør av sama kyni gjørdist møguligt, valdu táverandi biskupar at innføra eitt nýtt vígsluritual, ið kundi verða nýtt til hesar vígslur – og so at varðveita vanligu ritualini til vígslur av hinskyndum pørum. 

Men hetta er ikki ein haldgóð loysn, heldur Vibeke Bidstrup, ið er sóknarprestur í Grundvigs kirkju og ein av stigtakarunum til uppskotið at broyta verandi vígsluritual.

“Vit eru nakrir prestar, ið halda tað vera ivingarsamt, at núverandi vígsluritual er sera heteronormativt í síni skipan. Tað ljóðar sum um, at hjúnabandið er ein gudfrøðilig skipan millum mann og kvinnu, og tað ljóðar skeivt fyri meg sum prestur, ið sjálv er gift við eini kvinnu,” sigur Vibeke bidstrup.

Prestarnir hava tískil sett í verk eina innsavnan av undirskriftum fyri einum uppskoti, har autoriseraði spurningurin og váttanin frá vígslum av tveimum hinskyndum hava gildi fyri allar vígslur – tó við fríum vali í kynsdefineraða partinum.

“Í autoriseraða spurninginum fyri tvey av sama kyni má ektamaður ella ektakona ikki verða nýtt – tað er kynsneutralt. Hetta kann væl vera nóg gott, eisini fyri ikki tvíbýtt(nonbiner) menniskju, men vit meta, tað er ivingasamt, at tað ikki eisini er gjørligt at nýta ektamaður og ektamaður, um tað snýr seg um tveir menn, ið verða vígdir ella ektakona og ektakona, um tað eru tvær kvinnur, ið verða vígdar, sigur Vibeke Bidstrup.

Hon sigur, at prestarnir hava í hyggju at handa uppskotið til biskuparnar 1. Juli, um tað fær undirtøku.

SOLEIÐIS LJÓÐAR UPPSKOTIÐ
Seks prestar, sum virka fyri javnstøðu, hava skotið upp eitt nýtt vígsluritual: Nýggja vígsluritualið skal opna upp møguleikan fyri, at einstaka brúðarparið sjálvt kann gera av, um orðingin annaðhvørt skal vera hjúnafelagi ella ektamaður og ektakona.

Harumframt skal tað eisini verða møguligt at velja, hvønn lesnað og hvørjar bønir, ið skulu nýtast – so at skilja, at prestur og brúðarparið sjálvt kann gera av, um tað skal vera vanligu tekstirnir og bønirnar ella aðrar.

Teir seks prestarnir aftanfyri uppskotið er Vibeke Bidstrup, Stephan Wung-Sung De Fønss, Mia Rahr Jacobsen, Viggo Julsgaard Jensen, William Salicath og Christina Seersholm.

Missiónsk mótstøða: Haldið fast í Bíbliuni
Uppskotið fær kortini ikki undirtøku frá Kurt Ettrup Larsen, sum er professari á Menighedsfakultet í Århus og limur í liturgiarbeiðnum hjá biskupunum. Hann ynskir at halda fast um núverandi vígsluritual og finst at hesum nú at skula broyta ritual kirkjunnar, tí ikki øll eru samd í hesum.

“Tað er ein grundleggjandi hugsan í bíbilsku skriftunum, at til eru tvey ymisk kyn, og at hjúnalagið verður framt millum ein mann og eina kvinnu. Hetta verður grundað í Skapanarsøguni og endurtikið av Jesusi. Tí skal núverandi ritual ikki broytast ella tað kravda takast burtur – av tí at tað er sjálvt grundarlagið fyri, at kirkjan fremur vígslur,” greiðir Kurt Ettrup Larsen frá.

Eitt av trætuevnunum, ið prestabólkurin ikki ynskir skal vera kravdur, er teksturin frá Matteusi, ið sigur, at “og segði: »Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold?« So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum Guð tí hevur samankomið, má maður ikki sundur skilja.«” Jóh.19,6-7

“Tað ljóðar sum, at allir menn skulu víðast eina kvinnu, og tað meta vit ikki vera rætt, eisini í mun til menniskju, ið liva uttan at vera í parlagi. Tað er eisini ein løgin tekstur at lesa við vígslur av fráskildum. Tí leggja vit upp til meir frælsi – vit hava stóra virðing fyri, at nakrir prestar skilja hjúnabandið sum eina gudfrøðiliga skipan millum ein mann og eina kvinnu, og hesir fara enn at hava møguleika at velja teir tekstir, ið undirbyggja hetta. Men samstundis hava øll vit onnur eisini møguleika at velja okkurt, ið hóskar til okkara egnu gudfrøðiligu støðu,“ Sigur Vibeke Bidstrup

Men hetta ljóðar heilt skeivt í oyrunum á Kurt Ettrup Larsen, ið heldur, at Bíblian hevur nakrar grundleggjandi tekstir, ið eiga at verða lisnir í vígsluritualinum.

“Eg skilji væl, at tey, ið eru fyri vígslu av sama kyni, lenda onkrastaðni mitt ímillum, men tað mugu tey bara liva við, tí kirkjan hevur sítt grundarlag í Bíbliuni, sum tað er neyðugt at halda fast um,” sigur Kurt Ettrup Larsen.

Prestar gera tað longu nú
Liturgiin og ritualini í donsku fólkakirkjuni sum heild hava seinnu árini við jøvnum millumbili verið tikin upp sum almenn kjakevni, av tí at nakrir prestar ynskja størri frælsi frá autoriseraðu ritualbókini. Men broytingar av ritualum er eitt øki, har stórar ósemjur valda, sigur Jette Bendixen Rønkilde, ið granskar í liturgi á Aarhus Universitet og er undirvísari hjá Folkekirkens Uddanneses- og Videnscenter.

“Tað er vorðið eitt stríð um “røttu” gudstænastuskipan, av tí at gudstænastan eisini er gudfrøði. Vi hava prestar og meinigheitsráð í báðum legum: Tað eru tey, ið ynskja at varðveita liturgiska arvin og so eru tað hini, ið fegin vildu, at gudstænastan varð endurnýggjað. Tí gerst hetta ein gudfrøðiligur vígvøllur,” heldur Jette Bendixen Rønkilde fram. Hon vísir á, at júst vígsluritualið er nakað serligt, tí vígslumyndugleiki fólkakirkjunnar  er í gildi júst vegna autoriseraða vígsluritualið – og at tað tessvegna løgfrøðiliga hongur saman.

“So um bert smáir partar av ritualinum verða broyttir, so verður nortið við eina meginreglu, sum aftur kann fáa ta avleiðing, at fólkakirkjan missur sín vigslumyndugleika. Tí er tað bæði løgfrøðiliga og gudfrøðiliga, at biskuparnir í so fall mugu arbeiða fyri at broyta ritualið. Men tað gevur góða meining at taka hetta upp, tí tey flestu okkara vita, at tað longu nú eru prestar í donsku fólkakirkjuni, ið skifta millum vígsluritualini,” sigur Jette Bendixen Rønkilde at enda.
Kristelig Dagblad: Johanne Jedig Wejse