– Tíðin millum vón og vónloysi var ringast

– Tað er sum, at man vil skrædna sundur. Man vil ikki góðtaka tað. Man hopar, at tað blívur betri, og man sær, at tað er galið. Tað eru nógv fólk, sum koma í eina sovorðna støðu. Tað er so uppslítandi. So til endans sær man, at nú gongur tað tann vegin, sum man ikki vildi, og tá ið man so sær tað, má man royna at fáa tað besta burturúr.

Soleiðis greiðir Julia Jacobsen í Syðrugøtu millum annað frá tíðini, tá ið mamma hennara varð sjúk og andaðist. Men hon leggur aftrat, at tað sorgin var til at bera, tí hon syrgdi ikki sum tey, sum onga vón eiga.

 

Eitt gott lív

– Eg fekk øgiliga knappiliga liðagikt fyri ellivu árum síðan. Eg fór í song um kvøldið og hevði eitt sindur ilt í fótliðinum, og um morgunin kláraði eg ikki upp úr songini. Men eg havi tað gott, tí eg havi so góðan uppbakning. Eg havi ein góðan mann, sum hjálpir mær væl. Eg havi góð børn, sum hjálpa mær væl. So eg havi eitt gott lív. Eg eri glað fyri, at eg kann arbeiða, tí so eri eg noydd til at fara avstað, sjálvt um eg ikki havi tað so gott altíð.

Hon leggur aftrat, at vit ikki skulu fokusera uppá tað, vit ikki kunnu.

– Eg kundi gera fleiri ting fyrr, og tað eri eg glað fyri. Eg eri takksom fyri, at eg var frísk líka til tann yngsta var 18 ár. Tað handlar ikki um tað, man ikki kann. Eg kann nógv og havi tað gott, og tað er ordiliga stuttligt, tá ið man kann gera onkur ting eitt sindur meira, at kunna vera við, sjálvt um man ikki ger tað tunga arbeiðið.

Les alla samrøðuna í Trúboðanum, sum kom út fríggjadagin 1. juli.