Tíggju Kristus-profeti í Gamla Testamenti
Hóast Jesus ikki var føddur fyrr enn umleið ár 0, varð hann lovaður og profeteraður longu í Gamla Testamenti. Her eru 10 profeti um Jesus í Gamla Testamenti.
1. Jesus ríður inn í Jerusalem á einum asna
GT: Rópa av gleði, Zions dóttir, og fegnast tú, Jorsala dóttir; Sí, kongur tín til tín kemur, rættvísur er hann og sigursælur, lítillátur á asna hann ríður, á ungum øsnufola. (Sakarja 9,9)
NT: Dagin eftir, tá ið hin stóri skarin, sum komin var til hátíðina, hoyrdi, at Jesus kom til Jerúsalem, tóku tey pálmagreinar og fóru út at møta honum, og tey rópaðu: «Hosianna, vælsignaður veri tann, sum kemur í navni Harrans, Ísraels kongur.» Men Jesus fann ein ungan asna og setti seg á hann, soleiðis sum skrivað er: «Óttast ikki, Sions dóttir, sí, kongur tín kemur, á asnafyli hann situr!» (Jóh. 12,12-15)
2. Jesus varð særdur vára synda vegna
GT: Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. v6 Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið, men Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum. (Jes. 53,5-6)
NT: Hann bar sjálvur syndir okkara á likami sínum upp á træið, fyri at vit, deyðir frá syndunum, skulu liva fyri rættvísini. Við sár hansara eru tit grøddir. (1. Pæt. 2,24)
3. Jesus settist við Guds høgru hond
GT: Harrin segði við harra mín: «Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum eina fótskør undir føtur tínar. (Sálmur 110,1)
NT: Henda Jesus reisti Guð upp, og um tað eru vit allir vitni. Tá ið hann nú er hevjaður upp við Guðs høgru hond og hevur av faðirinum fingið fyrijáttan um heilagan anda, hevur hann úthelt hann, sum tit bæði síggja og hoyra. Tí at Dávid fór ikki upp til himna, men hann sigur sjálvur: «Harrin segði við harra mín: Set teg við høgru hond mína, til eg leggi fíggindar tínar sum eina fótskør fyri føtur tínar.» Tí skal alt Ísraels hús vita tað av sonnum, at Guð hevur gjørt hann bæði til harra og Krist, henda Jesus, sum tit krossfestu.» (Áps. 2,32-36)
4. Jesus var eftirkomari eftir Dávid
GT: Tá ið dagar tínir eru at enda, og tú ert farin til hvíldar hjá fedrum tínum, tá man eg reisa ætt tína eftir teg, ið kemur av tær, og grundfesta kongsdømi hansara; av henni skal ein byggja navni mínum hús, og eg skal grundfesta hásæti kongsdømis hans um allar ævir. (2. Sám. 7,12-13)
NT: Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.» (Luk. 1,32-33)
5. Jesus varð føddur av eini moyggj
GT: Tí skal Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Sí, moyggin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Immanuel. (Jes. 7,14)
NT: Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.» Men hetta hendi alt samalt, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið sigur: «Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel»; tað merkir: «Guð við okkum.» (Matt. 1,21-23)
6. Jesus varð føddur í Betlehem
GT: Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum. (Mika 5,1)
NT: Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem. (Matteus 2,1)
7. Jóhannus Doypari var undanmaður Jesusar
GT: Sí, eg sendi tykkum Elia profet, áður enn Harrans mikli og øgiligi dagur kemur. Hann skal snúgva hjørtum fedranna at børnunum og hjørtum barnanna at fedrunum, til tess at eg skal ikki koma og sláa landið við deyðavígslu. (Málaki 4,5-6)
NT: Tí at allir profetarnir og lógin hava profeterað, líka til Jóhannes kom; v14 og um tit vilja taka við tí, so er hann Elia, ið koma skal. (Matt. 11,13-14)
8. Jesus møtti mótstøðu
GT: Hvør trúði tí, sum okkum var boðað, og hvørjum varð armur Harrans opinberaður? Hann rann upp eins og kvistur fyri ásjón hans og sum rótarskot úr turrari jørð. Hann var hvørki fagur ella glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum á at líta, og ikki ásýniligur, so at vit kundu hava hugnað í honum. Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki. (Jes. 53,1-3)
NT: Men tó at hann hevði gjørt so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey tó ikki á hann, til tess at orðið hjá Jesaja profeti skuldi ganga út, sum hann hevur sagt: «Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum? Og hvørjum varð armur Harrans opinberur?» (Jóh. 12,37-38)
9. Jesus er vorðin hornasteinur
GT: Steinurin, ið smiðirnir vrakaðu, er vorðin hornasteinur. (Sálmur 118,22)
NT: Tá ið vit í dag verða rannsóktir fyri eina góðgerð móti einum vanførum manni, um hvat hann er vorðin heilskapaður við, so skal tað vera øllum tykkum og øllum Ísraels fólki kunnigt, at í navni Jesu Krists úr Nasaret, sum tit krossfestu og Guð reisti upp frá deyðum, fyri hansara navns skuld stendur hesin maður frískur og ferðugur her fyri eygum tykkara. Hann er tann steinurin, sum varð vrakaður av tykkum, húsasmiðunum, men sum er vorðin hornasteinur. Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.» (Áps. 4,9-12)
10. Ættarbók Jesu Krists
GT: Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða. (1. Mós. 49,10)
NT: Ættarbók Jesu Krists, Dávids sonar, Ábrahams sonar. Ábraham átti Ísak; og Ísakur átti Jákup; og Jákup átti Júda og brøður hansara. (Matt. 1,1-2)