Tikki tikki takk

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg sat ein dagin og hugdi eftir eini langari og væl frágingnari myndafrásøgn frá ungdómsleguni í Nesvík. Myndirnar vóru fullar av orku og tempo, og tey ungu sóu út til at hava nakrar minnisríkar løtur. Meðan eg soleiðis sat og hugdi, fekk eg hugasambond aftur til, tá ið eg sjálv plagdi at vera á ungdómslegu. Ja, tað er ikki so øgiliga langt síðani, í øllum førum kennist tað, sum tað var í gjár! Men álmanakkin lýgur ikki, og tá ið eg hevði hugsað meg um, var altso eitt tvísiffrað tal av árum farið framvið. Aftur mátti eg sanna, at tíðin als ikki stendur í stað, men sanniliga flýgur við fullari ferð.

Eg og helst fleiri við mær siga hatta so ofta. Sleingja tað út. ”Sum tíðin flýgur!”. Og vit meina tað. Tað kennist ikki skeivt at siga tað. Men tað stuttliga er, at tíðin er tíðin. Hon hvørki flýgur ella stendur í stað. Hon gongur javnt og samt, nett sum hon altíð hevur gjørt. Upplivingin av tíðini er innan í okkum.

Hetta fekk meg at hugsa um søguna um eina indiska kongsdóttir, ið ferðaðist ígjøgnum ein akur. Fyri hvørt stráið, hon hentaði, skuldi hon fáa ein gimstein. Hon hentaði so hugagóð, men so sá hon hægri øks longur inni í akrinum. Miðskeiðis í akrinum sá hon enn hægri øks longri frammi. Men áðrenn hon visti av, endar akurin. Hon hentaði í skundi tey seinastu øksini, áðrenn ov seint var.

Tá ið vit eru ung, kann lívið tykjast ógvuliga langt. Tað er næstan óendaliga leingi, áðrenn vit verða gomul. Men eitt langt mannalív er sett saman av smærri eindum. Áratíggju eru sett saman av árum. Eitt ár er sett saman av mánaðum, ein mánaður er settur saman av vikum. Ein vika er sett saman av døgum. Eitt samdøgur er sett saman av tímum, ein tími er settur saman av minuttum, og minuttir eru settir saman av sekundum.

Tá ið tað kemur til stykkis, trúgvi eg, at fleiri fáa somu kensluna sum tann indiska kongsdóttirin. Er tað longu liðugt? Hvar fór tíðin? Lívið er sett saman av løtum, og tað ræður um at fylla tær væl út. Og skuldi tað tað verið so, at vit kenna, at tíðin er gloppin okkum úr hondum, so kunnu vit biðja um, at Gud má geva okkum gleða fyri teir farnu dagarnar eisini eins og sálmaskaldið í Halgubók: ”…Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár…At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!… Metta okkum við miskunn tíni um morguntíð, lat okkum gleðast og fegnast allar várar dagar! Gev okkum gleði fyri teir dagar, tú okkum nívdi, fyri tey ár, tá ið vit høvdu tað ringt!…Harrans Guds várs yndi yvir okkum veri! Tað, várar hendur havast at, fyri okkum tú fremji! Ja, frem tú handaverk vár!” (úr 90. sálmi). Gud signi allar okkara løtur!

Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu