Tit fedrar…!

Jákup E. Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hvar eru vit pápar í dag? Eru vit komnir heim? Og hvussu eru vit, tá ið vit eru heima ella koma heim?

Í dag er ikki vanligt, at allir pápar eru burturi. Heldur er tað øvugt. Í mun til fyrr í tíðini, tá ið flestu menn vóru av húsum stóran part av degnum ella teir, ið sigldu, stórar partar av árinum. Í dag eru kanska flestu okkara heima tað mesta av tíðini. Óansæð, tekst ábyrgdin ikki burtur – heima ella úti.

Paulus skrivaði til tey kristnu í Efesus: Tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, men alið tey upp við aga og áminning Harrans (Ef 6,4).

Hví ikki ”Tit mammur…alið børnini upp”? Er tað ikki mammuarbeiði?

Paulus hevur eina sterka áminning til okkum fedrar í 2020 og framyvir, eins og hann upprunaliga legði ábyrgdina á páparnar í Efesus. Og hvat er ábyrgdin?

Ilskið ikki børn tykkara upp, men alið tey upp.

Í fyrstu syfti kundi man hildið, at vit mugu ansa eftir ongantíð at gera børnini ill. Men tað kann tað sjálvandi ikki merkja. Eitt barn, sum fær mørk, tí ikki dámar, ilskast. So pápar koma til og mugu gera ymiskt, sum fær øði í børnini viðhvørt. Tað slepst ikki undan.

Endamálið hjá foreldrum er at ala børn upp, so tey eru klár at standa á egnum beinum. Og ein og hvør pápi, ið svíkir hesa ábyrgd og endamál, er við til at ilska børnini upp. Tað kann vera, við at vit ongar avmarkingar seta ella alt ov harðar og vánaligar, kanska harðligar avmarkingar seta. Kanska við at favorisera eitt barn framum eitt annað. Ella ongantíð tora at taka kjakið upp um smærri ella størri spurningar í tilveruni, men bara glíða lætt fram ígjøgnum lívið. Úrslitið sæst ikki beinanvegin, men tað kann – legg merki til kann – koma til sjóndar við ilskaðum børnum, ið ikki kenna nøkur mørk ella mugu avprøva øll mørk ella eru ørkymlaði, uttan mið og mál og við vánaligum vónum um sína framtíð. Tíbetur kunnu børn viðgera seg sjálvi, so hvørt tey vaksa til, eisini tey, ið ikki fingu so lætta byrjan.

Hinvegin, tá ið foreldur royna at ala børnini upp, við at seta sunn mørk, tosa um alt, so hvørt barnið er til reiðar (og hvussu veit man tað? Við at læra barnið at kenna, spyrja, lesa uppá og so framvegis og flyta seg frá umberingini: hevði onkur bara fortalt mær hetta tá…).

So, at vit læra børnini bæði ígjøgnum vegleiðing til lívið. Út frá egnum royndum, men eisini út frá, at vit seta okkum inn í barnsins veruleika og trupulleika, so at vit kunnu vegleiða ítøkiliga, bæði verðsliga og andaliga, bæði um likamligar spurningar, eitt nú um kynssamleika og teir ”flovisligu” spurningarnar, eins væl og trúgv og teir truplu spurningarnar við Guðs almakt yvirfyri líðing, forstáilsi av skapan, glatan, ævigt lív og so víðari. Eisini inniber aling, at vit tora at seta týðilig, men skilagóð og grundgivin mørk og fasthalda tey. Og er tað nakað, ið er illa fyri í dag, so er tað hetta umráðið. Alt ov illa tora vit at seta mørk og fasthalda tey, tí vit eru bangin fyri, at børnini verða ill (ikki minst alment) ella gevast við at dáma okkum. Men tað fyriheldur seg beint øvugt, góði kristni pápi! Um tú ongantíð setur og heldur mørk, fara børnini at ilskast inná teg og møguliga tosa um teg sum svíkjara. Og um tú setur mørk, men ongantíð heldur orð ella setur alt ov hørð og óskiljandi mørk, so fara tey eisini at ilskast. Tey skulu agast og áminnast skilagott og við øllum kærleika og rættvísi.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina