Treytir

Gjalding við Dankorti/Visa-Dankorti ella øðrum gjaldskortum

Tú kanst stuðla við gjaldskorti umvegis trubodin.fo við at flyta eina upphædd eina ferð, ella við at stovna eina gjaldsavtalu (tað er at stuðla við fastari upphædd hvønn mánað).

Tú kanst stuðla á netinum við einum gjaldskorti, umvegis okkara samstarvsfelaga FarPay. Dátur, tú sendir í samband við tín stuðul umvegis gjaldskort, er krypterað (bronglað/fjalt), og tað er bert Nets, ið kann lesa, hvør ið tað er. Hvørki Trúboðin ella onnur hava møguleika at lesa tínar upplýsingar.

Upphæddin, ið tú stuðlar við, verður tikin av tínari kontu rættstundis, sum gjaldingin verður framd. Tað ber ikki til at trekkja størri upphædd enn hana, tú hevur góðkent í samband við inngjaldingina. Um tú velur eina mánaðarliga gjaldsavtalu við tínum gjaldskorti, verður frammanundan góðkenda upphæddin tikin av tíni kontu tann 1. í næsta mánaði.

Tú móttekur eina váttan og “vælkomin-teldupost”, tá ið tú hevur stovnað avtaluna, um tú hevur skrásett tín teldupost.

Trygd fyri gjalding við gjaldskorti

Tað er trygt at stuðla verkætlanum á trubodin.fo. Tú kanst lesa um trygd og online-gjaldingar á www.forbrugersikkerhed.dk. Tú kanst lesa um FarPay her: www.farpay.fo

Vilt tú vita meira:

Iðran

Mánaðarlig gjaldsavtala: Tú velur ta upphædd, tú vil stuðla við hvønn mánað, og góðkennir sostatt, at avtalan ikki hevur ein ásettan lokadag, men heldur fram, til tú boðar okkum frá. Tú kanst til eina og hvørja tíð siga upp tína stuðulsavtalu. Tað kanst tú gera við at seta teg í samband við Trúboðan á telefon 470000 (mánadag-fríggjadag kl. 9-12, fríggjadag tó til kl. 15) ella við at senda ein teldupost til info@mission.fo

Eingangs-gávur: Tað er eingin iðranarrættur á goldnum eingangsgávum/donatiónum. Um tú hevur spurningar í samband við tína donatión, ella um okkurt skeivt er farið fram, ber altíð til at ringja til Trúboðan á 470000.