Tríggjar nýggjar bøkur
Føroyskt Kirkjumál hevur givið út tríggjar nýggjar bøkur.
Ritualbók Føroya Kirkju III
Bókin er serliga ætlað til vígslur av prestum, próstum og biskupi, og tá ið hesi verða skipað í embætið í fólkakirkjuni. Eisini eru ymiskar bønir í hesum sambandi og vígslur og mannagongdir, tá ið kirkjur og bønhús verða vígd ella avvígd.
Bókin fæst til keyps á skrivstovuni hjá dómpróstinum í J. Paturssonargøtu 20, tlf. 312436.
Bókin kostar kr. 200,-
Lestrabók 2 eftir Bjarna Bæk
Hetta er ein nýggj lestrabók til seinnu tekstarøð, sum Bjarni Bæk, fyrrverandi dómpróstur, hevur skrivað. Í adventini í fjør kom Lestrabók 1 til fyrru tekstarøð.
Í formælinum sigur høvundurin m.a., at lestrarnir eru skrivaðir eftir prædikum seinastu árini við ymiskum tillagingum.
Lestrabók 2 fæst í bókabúðunum og kostar kr. 300,-
Boðan og bót
Boðan og bót er ein andaktsbók, sum er skipað eftir kirkjurárinum við stuttlestrum til hvønn dag í árinum, sum Martin Luther hevur skrivað. Tað er Karl Witte, doktari i gudfrøði, sum hevur savnað og upprunaliga givið bókina út. David Johannesen, fyrrverandi sóknarprestur, hevur týtt.
Boðan og bót fæst til keyps í bókabúðunum og kostar kr. 300,-
Trúboðin
