Truplir spurningar krevja eitt veruligt svar

Skrivað hevur A. Trevor Sutton, sum er lutherskur prestur í Lansing í Michigan.
Kelda: www.tgc.org

Hvat hava Steve Jobs, Voltaire og mamma mín í felag?

Tey hava øll fingið ov einføld svar uppá truplar gudfrøðiligar spurningar.

Tá ið Steve Jobs var 13 ára gamal, vendi hann sær frá kristindóminum.
Sum tannáringur stríddist Steve Jobs við eina forsíðumynd á einum blaði, sum hann hevði sæð. Á myndini vóru tvey svøltandi børn úr Biafra, sum var ein sjálvstøðugur partur av núverandi Nigeria. Steve vaks upp innan luthersku kirkjuna. Steve fór til prestin við blaðnum og vísti honum myndina og spurdi, um Gud kendi til hesi svøltandi børnini. Sambært ævisøguni um Jobs sum Walter Isaacson hevur skrivað, so svaraði presturin “Steve, eg veit, at tú ikki skilur hetta, men ja, Gud kennir til hesi børnini.” Hetta svarið var við til at Steve Jobs gavst við at koma í kirkju, og hann fór ongantíð aftur í kirkju.

Voltaire hevði eisini ein truplan gudfrøðiligan spurning, sum hann vildi hava svar uppá.
1. november 1755 rakti ein harður jarðskjálvti Portugal og túsundtals fólk doyðu. Eftir jarðskjálvtan setti Voltaire spurningar um líðing. Skuffaður av gudfrøðiliga svarinum hann fekk, byrjaði hann at skriva Candide. Bókin var eitt bonskt aftursvar til gudfrøðiliga svarið, sum Gottfried Leibniz gav uppá spurningin um líðing.

Mamma mín hevði eisini ein torføran gudfrøðiligan spurning. Tá ið hon var seks ára gomul hevði hon ein spurning, sum einki barn átti at havt: Hví lat Gud pápa mín doyggja? Sama kvøld, sum hann doyði av hjartatilburði, spurdi hon prestin hendan spurning. Presturin svaraði, at Gud hevði brúk fyri pápa hennara í himli. Mamma svaraði, at hon hevði brúk fyri, at pápi hennara var heima.

Einføld svar gera skaða

Hesar søgurnar eiga at vera ein ávaring til okkara. Einføld svar gera skaða. Djúpir gudfrøðiligir spurningar eiga at fáa eitt veruligt svar. Ævigur sannleiki er uppá spæl.

At geva væl grundað svar til truplar gudfrøðiligar spurningar er ein framhaldandi avbjóðing.
Hvørt ættarlið av kristnum hevur staðið við somu avbjóðing. Paulus svaraði íbúgvunum í Róm, Korint, Galatia og aðrastaðni í Rómverjaríkinum væl grundað gudfrøðilig svar.
Fyrsta kirkjan møtti nógvum truplum spurningum um skriftina, Jesus og tríeindina. Onnur ættarlið av kristnum hava svarað truplum spurningum um ríkið, sum eru farin í sor, um farðsóttir og óhugsandi fólkadráp.

Kristin í dag fáa eisini truplar spurningar. Í dagsins ruðuleika er tað serliga torført at koma við væl grundaðum svarum til truplar gudfrøðiligar spurningar.
Vit eru bundin av stuttum samrøðum, sundurlagaðum tonkum og skjótum svarum. Tað er avbjóðandi at uppbyggja ein vana við djúphugsni, væl vandaðum orðum og samrøðum, sum taka tíð.

Hvussu kunnu kristin so gerast betur til at svara truplum og álvarsomum spurningum? Hvussu kunnu vit svara soleiðis, at vit vísa virðing fyri viðkomandi, sum setti spurningin?
Her eru fýra uppskot:

1. Hví eru tey áhugaði?

Tá ið eg las til prest, lærdi ein av lærarunum á skúlanum okkum lesandi at svara truplum gudfrøðiligum spurningum við einum spurninginum: Hví ynskir tú at vita hetta? Hesin lærdómur hevur hjálpt mær óteljandi ferðir. Ofta hugsar persónurin, sum setur spurningin nakað við spurninginum, sum hann setur. Um tú skilir hví ein persónur spyr ein ávísan spurning, so kann hetta hjálpa tær við, hvussu tú skalt svara spurninginum.

2. Verulig svar taka tíð

Undir protestantisku reformatiónini vórðu nógvir truplir gudfrøðiligir spurningar settir. Nógvir reformatorar vóru sinnaðir at geva verulig svar uppá hesar álvarsomu spurningar. Sum dømi kann nevnast, at tá ið grundgevast skuldi fyri læruni um rættvísgeringina, soleiðis sum hon verður framsett í Augsburgsku játtanini, varð sagt soleiðis: “Tá ið hetta snýr seg um hitt mest týdningarmikla málið í kristnari læru…biðja vit hin altvaldandi hægta, um náðiliga at bønhoyri okkum í hesum avgerðandi máli.” Teir vistu, at eitt veruligt svar tekur meira enn bara nøkur fá sekund.
Heldur enn at koma við einum skjótum gudfrøðiligum svari, brúka so tíð í bøn og umhugsan fyri at koma við einum gjøgnumhugsaðum svari. Tað er vísdómur at svara einum truplum spurningi við hesum svari: “Kann eg venda aftur til tín við einum svari? Eg vil fegin geva tær eitt væl gjøgnumhugsað svar.” Hóast tað kann vera lættari at koma við einum skjótum lættisoppa svari, so hjálpir tað okkum at vera eyðmjúk, soleiðis at vit kunnu ásanna, at møguliga var hvørki okkara fyrsta, næsta ella triðja svar tað besta: Betri er endin á eini sak enn byrjanin; betri er tolmóðigur maður enn hugmóðigur. Præd. 7, 8.

3. Spakføri og ótti

…men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta 1. Pæt 3, 15.
Tað er lætt at lata fyrsta partin av hesum versi (verið altíð búnir til verju) yvirskugga seinna partin av versinum (men tó við spakføri og ótta). Eitt spakført svar í virðing merkir ikki, at tú skalt ljóða sum ein útvarpsvertur, tá ið tú svarar. Heldur merkir hetta við spakføri og ótta, at tú spyrt spurningar, soleiðis at tú kanst skilja tað, sum verður spurt um, áðrenn tú svarar. Tá vísur tú virðing fyri persóninum, sum hevur spurt og tekur tær tíð til at koma við einum veruligum svari. Virðing kann eisini merkja eyðmjúkleiki – hetta at viðurkenna fyri honum sum spyr, at tú ikki hevur eitt fulfíggjað svar, og at tú eisini hevur stíðst við júst sama spurning.

4. Skift miðil

Tað er ikki altíð vist, at tað er skilagott at svara aftur har, sum spurningurin er settur. Hóast onkur hevur nýtt ein ávísan miðil til at seta spurningin, so er ikki givið, at tær nýtist at svara aftur á sama miðli.
Avbjóðingarnar við at svara einum sms-boði, eini viðmerking á facebook ella á einum portali kunnu vera sera stórar. Tí er tað ofta skilagott at skifta miðil, soleiðis at samskiftið verður meira persónligt. Kanningar av samskiftinum á sosialu miðlunum hava víst, at persónligt samskifti hevur størri ávirkan á fólk enn ópersónligt samskifti, sum t.d. almennar viðmerkingar og uppsløg. Um onkur kemur við einum truplum spurningi á sínum facebook vanga, umhugsa so at senda viðkomandi eini persónlig boð heldur enn at svara á vanganum. Um onkur setur tær ein spurning í einum telduposti ella sms-boði, umhugsa so heldur at avtala eina tíð, har tú kanst møtast við viðkomandi, soleiðis at tit kunnu tosa saman andlit til andlit.

Tá ið vit svara truplum spurningum, so eigur tað altíð at vera við ávísum ótta og bivan. Legg tær eina við at sýna teg sjálvan sum fullroyndan fyri Guði, ein arbeiðismann, sum ikki tørvar at skammast, sum fer reiðuliga um sannleiksorðið. 2. Tim 2, 15. At svara truplum spurningum er ein sera stór ábyrgd.
Illa umhugsað, lætttisoppa svar kunnu gera stóran skaða. Vit eiga heldur at svara truplum spurningum í eyðmjúkleika, við virðing og við toli. Vit eiga eisini at vera takksom fyri, at persónurin setur spurningin, tí tað vísur ein áhuga heldur enn eina líkasælu, og vit eiga at vera takksom fyri, at Gud setti okkum til at hava hesa samrøðu.