– Tú kemur ikki uttanum Bíbliuna
Fyrr í ár varð nýggj týðing av Gamla Testamenti handað Føroyska Bíbliufelagnum. Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, hevur týtt, og hann greiðir frá, at hetta arbeiðið hevur tikið meginpartin av hansara tíð, síðan hann legði frá sær sum biskupur.
– Eg siti við upprunamálinum og lesi hvørt einasta orð ígjøgnum. Nógv orð kenni eg sjálvandi, men tað eru eisini nógvar túsund ferðir, at eg havi sligið orð upp.
Byrjaði við Nýggja Testamenti
– Áðrenn vit fluttu til Birkerød, høvdu vit arbeitt í nøkur ár við at umseta Bíbliuna. Vit arbeiddu avmarkað við Nýggja Testamenti, og har var ætlanin, at allar kirkjur og samkomur skuldu vera við, og har eru næstan allar við eisini. Eg var eitt sindur keddur av, at brøðurnir ikki ynsktu at vera við. Tí so kundu vit havt eina týðing í Føroyum, sum allar samkomur og kirkjur brúktu.
Arbeiðið við Nýggja Testamenti, sum Hans Jacob gjørdi eitt útkast til týðing av og aðrir viðmerktu, tók fleiri ár. Hann sigur, at teir høvdu rættiliga góðar samrøður um ta týðingina, men at tað tók drúgva tíð.
– Har vil eg serliga nevna Kjartan Mørkøre, sum var fráfarin sum prestur tá, men sum tók ógvuliga íðin lut í umsetingararbeiðinum, og hann hevur eisini sett sín dám á týðingina av Nýggja Testamenti. Kjartan las alt ígjøgnum, og hinir báðir lósu tað mesta.
Týtt alt uttan Sálmarnar
– Í tí tíðini, og eisini so skjótt, sum eg kom niður, hevði eg umsett nakað av Gamla Testamenti; eg byrjaði við Fyrstu Mósebók. Eg plagdi at hava tað liggjandi á borðinum úti í Bispagarðinum, og so umsetti eg, tá ið løgir vóru. Tí tað vóru tað viðhvørt. Eg minnist, at eg fekk vitjan av honum, sum er biskupur í Ribe nú. Hann kom inn, og so sá hann Gamla Testamenti liggja uppsligið har, og hetta fann hann sikkurt ikki á hvørjum bispakontóri. So segði eg við hann, at eg var farin undir at umseta Gamla Testamenti av nýggjum. Hann segði, at hann var imponeraður, at tað eisini bar til hjá einum biskupi at sita og umseta. Ikki tí, tað hava biskupar eisini gjørt fyrr.
Tá ið Lisbeth og Hans Jacob vóru flutt til Danmarkar, hevði hann góða tíð, tí hann hevði onga prestatænastu at gera.
– Eg var farin úr starvinum, og eingin hevði boð eftir mær meir. So setti eg meg at umseta, og eg havi brúkt meginpartin av tíðini til at umseta, og tað eydnaðist mær at gera tað liðugt. Eg havi ikki umsett Sálmarnar. Teir havi eg latið standa í Dahls týðing. Teir eru poesi, og Dahl dugdi at yrkja. Mær hevur altíð dámt teir væl, og eg havi lisið teir frá at vera stórur smádrongur. Tað eru teir, sum eru í Bíbliuni nú, og tað verður tað sama. Men alt annað er í nýggjari týðing.
Øll samrøðan stóð at lesa í Trúboðanum, sum kom út 15. juli.