Tveir kristnir iranar dømdir 10 ára fongsul hvør

Mehdi Rahimi, 49 ára gamal, og Kia Nourinia, 55 ára gamal, vórðu í apríl dømdir in absentia (í teirra fráveru) og funnir sekir sambært grein 500 í revsilógini fyri “propagandavirksemi fyri villleiðandi kristnar sionistiskar sannføringar, sum eru í stríð við skipanina í islamiska lýðveldinum Iran”. Teir fingu báðir 10 ára fongsulsdóm.

Teir vórðu eisini dømdir sambært grein 22 og 24 fyri “smugling av bannaðum vørum (Bíblium)”, fyri tað fingu teir tvey ára fongsul og eina bót. Hetta upplýsir samstarvsfelagin hjá donsku Evropa-missiónini, Middle East Concern.

Iranskir fregnartænastumenn gjørdu húsarannsókn í heimum teirra í november 2024 og funnu fleiri eintøk av Bíbliuni. Mehdi var uttanlands tá húsarannsóknin varð framd. Kia flýddi úr Iran stutt eftir.

Teir vórðu eisini dømdir 15 ára frátøku av sosialum rættindum og eina bót uppá meira enn 6.500 krónur hvør. Eisini vórðu teir dømdir at rinda rættinum 10 ferðir virðið av Bíbliunum, sum vórðu funnar í teirra húsum.

LES EISINI  At fylgja Jesusi sum kvinna undir Ramadan

Vinarliga bið fyri undirgrundarkirkjuni í Iran – serliga í hesi tíðum við hernaðarligum stríði við Ísrael, orsakað av kjarnorkuskránni hjá Iran og vandanum fyri, at landið sjálvt fær førleika at framleiða eina kjarnorkubumbu.

Kelda: Dansk Europamission

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina