Umleið 200 kristin dripin í Nigeria

Eisini børn, kvinnur og eldri eru millum ofrini í eini atsókn, sum fór fram í farnu viku.

Hetta skriva bæði BBC og Church Times.

Nigerianski forsetin, Bola Tinubu, vitjaði í økinum Benue mikudagin, har álopini hava verið. Hann hevur givið trygdartænastunum boð um at steðga drápunum í økinum alt fyri eitt.
Forsetin møtti fleiri av teimum raktu, og eisini tveir høvdingar í økinum. Teir nomadisku fulanarnir, sum í stóran mun eru muslimar, flyta seg runt í leitan eftir beiti. Hetta hevur ført til ósemjur og stríð við bøndurnar.
Harðskapur og dráp eru ikki ein nýggjur trupulleiki í økinum, men tað er versnað munandi seinasta árið.

Róptu: «Allah er stórur»

Haasan John, sum er granskingarleiðari hjá “Church of Nigeria”, sigur, at áleypararnir komu til tvær bygdir í Benue-statinum. Teir kringsettu bygdirnar, áðrenn teir byrjaðu at skjóta.
– Tey, sum royndu at flýggja, blivu antin skotin ella høgd niður við machetum, sigur John við “Church Times”.
Hann heldur, at stríðið ikki snýr seg um beiti, men at serliga kristnar bygdir verða útvaldar og lagdar í oyði.
Sambært katólsku hjálparfelagsskapinum “Aid to the Church in Need”, róptu álopsmenninir «Allahu akbar» (Allah er stórur) undir álopunum.
Teir settu eld á hurðina til ein bygning, har 500 fólk høvdu fjalt seg, og byrjaðu at skjóta – skotini vardi í tríggjar tímar.

Pávin fordømir

Pávin Leo hevur fordømt álopið, sambært “Vatican News”. Bretski felagsskapurin “Christian Solidarity Worldwide” heitir á altjóða samfelagið um at viðurkenna, hvussu álvarsligur harðskapurin er í pørtum av Nigeria, og krevur hernaðarlig átøk, frá til tess at bøta um trygdina.

Leiðarin fyri Nigeria-skrivstovuni hjá “Christian Solidarity Worldwide”, Yunusa Nmadu, sigur tað er syrgiligt, at staturin Benue, sum einaferð var kendur sum breyðkurvin í Nigeria, nú stríðist við hungur og hall.

LES EISINI  Iran viðgongur, at loyniliga kirkjan veksur

Bið fyri støðuni í Nigeria og teimum kristnu í landinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina