UNG OG GOMUL

Móses svaraði: »Vit ætla okkum at fara bæði við ungum og gomlum;
bæði synir og døtur, smalur og stórdýr skulu vit hava við okkum, tí at vit
skulu halda hátíð Harrans.«
 ”
2.Mós.10,9

Ein av størstu hendingunum, ið nakrantíð er farið fram er, tá ið Ísrael fór út
úr Egyptalandi. Við tógvið stríð fekk Móses yvirtalað Fárao at lata fólkið
fara, tó helt Fárao fast við, at tað bara skuldi galda menninar. (v.11) Men
Móses tvíhelt um, at øll skuldu fara avstað. ”Móses svaraði: »Vit ætla
okkum at fara bæði við ungum og gomlum; bæði synir og døtur …

2.Mós.10,9

Móses metti, at Guds fólk kundu ikki skiljast sundur. Tey skuldu saman
fara hesa ferð, saman skuldu tey luta vandar og hendingar á ferðini. Hesin
einleikin hjá Guds fólki er ógvuliga bíbilskur. Hjá Gudi eru vit ein familja,
og hon fevnir um allar aldrar.

Ferðin hjá Ísraels fólki til Lovaða Landið er ein mynd um
pílagrímsferðina, sum er hin veruliga meiningin við mannalívinum. Her
standa vit ikki í stað. Vit eru á veg til eitt mál. Tí kann ein bólkur
avbyrgjast, tí menniskju mennast alla tíðina frá einum stað til annað:
pinkubarn, barn, ungdómur, búgvin aldur, elli. Í Bíbliuni finna vit bara
samanhald millum aldursstigini. Einki skrift í Bíbliuni eitur ”bara fyri
børn”, ”Ungdómsbókin” ella ”Uggi fyri gomul”.

Summir rithøvundar í Bíbliuni eru gamlir, t.d. Hann, sum skrivaði
Prædikaran; men vísdómsorð hansara til tey í búnum aldri hevur eisini eini
ráð til tey ungu: ”Og hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum …”
Præd.12,1

Nakrir rithøvundar í Bíbliuni eru ungir. Eg dugi ikki at finna nakra bók í
Nýggja Testamenti, sum ein útgevari hevði viljað flokkað til ein ávísan
aldursbólk. Rithøvundarnir í Bíbliuni vilja ikki kennast við slíkar
sundurbýtingar.

At gerast gamal er ikki so syndarligt, sum mong hugsa. Sjálvt um tær
likamligu kreftirnar minka, kann andaligur vøkstur vera til tað seinasta,
sigur 2.Kor.4,16.

”Hvør skal avstað?” spurdi Fárao. ”Øll!” ljóðaði svarið.

Hava vit varðveitt ta bíbilsku áskoðanina fyri lívinum og meiningini við tí?
Í dag er tað ómetaliga lítið, sum minnir okkum á, at vit hoyra til eitt fólk,
sum er á ferð móti Guds staði.

Eitt annað hugrák í dag er óttin fyri at gerast gamal, nakað, sum ikki
kemur fram á bløðum Bíbliunnar. Ungdómurin verður tikin framum, og
mong gera nógv fyri at darva tíðarinnar gongd. Um vit ikki rokna við
ævinleikanum, gerst tíðin í sjálvum sær ein nýggjur gudur, sum skal
blíðkast.

Tá ið hin ævigi Gud, frá hvørjum vit koma og til hvønn vit fara, verður
gloymdur, verður tíðin tann valdsharrin, sum hevur ræði á okkum. Bara
Jesu evangelii kann venda tíðini frá at vera ein fíggindi til at gerast ein
vinur, sum vit kunnu góðkenna á hvørjum stigi uttan stúran og ótta. 

”Øll skulu fara” segði Móses. ”Ung og gomul skulu fara avstað saman.” 

Jesu kirkjulið er fyri øll, ung og gomul.

Kirkjuliðið skal vera eitt stað, har vit læra at vaksa saman, uttan mun til
aldur.

Satt er tað, at tað umberst ikki at bera boðskapin til ymiskar aldursbólkar.
Men tíðin er komin, tá ið vit mugu leggja dent á okkara samanhald sum
pílagrímar, sum ganga á vegnum saman. Kirkjuliðið eigur at vera eitt stað,
har øll kenna seg heima – í orðsins djúpastu merking.

Tað minnir meg á tann gamla Paulus og ein av hansara seinastu
boðskapum til kirkjuliðið: ”Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið
skeiðið, havi varðveitt trúnna. Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til
mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin,
og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering
hansara.
 ” 2.Tim.4,7-8

Latið okkum, meðan vit ferðast fram eftir lívsvegnum, sanna, at tað á
hvørjum aldursstigi eru nýggjar royndir at gera, nýggir sannleikar at læra,
nýggjar vónir, sum vilja gera lívið ljóst.

”Kirkeklokken” Effie Campbell umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina