Ungdómsmøti byrjað aftur í Fuglafirði
Í tvey ár hava eingi ungdómsmøti verið í Thabor í Fuglafirði. Í eina tíð hava tey ungu í Thabor ynskt at skipa ungdómsmøtini av nýggjum. Hetta er nú gjørt í tøttum samstarvi við stýrið í Thabor og saman við prestinum í Fuglafirði, Gerhardi J. Mikkelsen.
Í apríl byrjaðu so “Ungdómskvøldini.” Tær fyrstu ferðirnar hava tey verið í privatum heimum, men innihaldið hevur verið sum eitt vanligt ungdómsmøti við felagssangi, talu, samtalu, bøn, drekkamunni og hugnaligari samveru.
Stýrið í Thabor hevur lagt sær eina við, at bæði vaksin, stýrislimir og tey ungu eru vælkomin. Kristian Martin Petersen, stýrisformaður, sigur, at hetta er fyri at skapa eitt gott samanhald millum eldri og yngri.
– Hetta hava verið góð ungdómsmøti higartil, har yngri og eldri úr Fuglafirði og aðrastaðni hava havt góðan felagsskap rundan um tær opnu Bíbliurnar, sigur Kristian Martin. – Hetta er alt ein liður í hesum at hava gott samstarv millum ungdómin og tey vaksnu og eldru.
Undirtøkan hevur verið góð øll kvøldini. Tey ungu kenna nógv ung í øðrum bygdum og býum í Eysturoynni og Norðoyggjum. Ung úr Leirvík, Gøtu og Fuglafirði kennast gjøgnum legur, møti, tey ganga í somu framhaldsdeild í Fuglafirði, og onnur kennast frá miðnámi.
Karin Rygshamar, sum er ein av teimum ungu, sum skipa fyri ungdómskvøldunum, sigur, at eisini tey ungu eru glað fyri, at ungdómsmøtini eru byrjað aftur.
– Hvørt hóskvøld taka vit eitt evni upp, so sum takksemi, frelsa og himmalin. Og so hava vit ein so dugnaligan og trúfastan prest, sum er við til ungdómskvøldini og eisini hevur eina andakt viðhvørt, sigur Karin. Hon leggur afturat, at síðani ungdómskvøldini byrjaðu, er felagsskapurin vaksin fyri hvørt møti.
Ungdómsmøtini eru hóskvøld kl. 21.00. Ætlanin er at vera í Thabor eisini, men í løtuni venur gospelkórið Lanterna í húsinum um somu tíð – av tí sama hava ungdómsmøtini verið í privatum heimum higartil. Okkurt hóskvøld er ætlanin at fara í kirkju.
Hóskvøldið 29. mai, Kristi himmalsferðardag, kl. 21.00, verður ungdómsmøti á sandinum í Fuglafirði – og øll eru vælkomin, bæði fuglfirðingar og ung úr grannabygdunum.
Til ber at fylgja við ungdómsarbeiðinum í Thabor á instagram-vanganum ungthabor.