Ungir íslendingar á 17+ legu

Nú Heimamissión og íslendska Kristinboðssambandið eru byrjað eitt samstarv, vóru Kartin Høgnesen, ungdómsráðgevi, og Sonni Steinhólm, limur í LUN, á eini ungdómslegu  saman við 60 øðrum ungum íslendingum fyrst í august mánað. Í tí sambandi hava tvey ung úr Íslandi eisini verið við á 17+ leguni her í Føroyum.

Tað vóru Dagbjartur Elí Kristjánson og Þyrí Ágústsdóttir úr Reykjavík. Tey lendu í Føroyum fríggjadagin 15. august, og fóru síðan beint til Nesvíkar á legu, saman við 180 ungum úr Føroyum. Hetta stigið er tikið, fyri at byggja samband millum Føroyar og Ísland, soleiðis at arbeiðið í báðum londum kann mennast.

Tey bæði úr Íslandi, vóru sera glað fyri leguna og túrin. Tey sóu hvussu arbeiðið er í Føroyum, samanborið við Ísland, og tað vóru tey eisini glað fyri.

Bæði Dagbjartur og Þyrí, lýsa lívið sum kristin í Íslandi at vera einsamalt í gerandisdegnum. Tað kann vera tungt í skúlanum – ofta er man púra einsamallur trúgvandi í flokkinum. Dagbjartur sigur eisini, at sum yngri gekk hann bara útfrá, at tey hann kendi vóru kristin, og livdu sum kristin, men sum hann bleiv eldri sá hann, at tað ikki var heilt so. Hann lýsir kristnu trúnna, hjá flestu íslendingum sum at vera partur av mentanini hjá teimum, og annars nakað fólk bara hava virðing fyri. Gleðiboðskapurin tykist ikki at hava nakran týdning fyri fólk, og ung vísa ongan áhuga, og vilja ofta onki hava við kristindóm at gera.

LES EISINI  Nýggj strategi fyri felags-missiónsarbeiði – innbjóðing til arbeiðsfund í Nesvík

Tey vísa eisini á, at kristindómurin tey seinastu 20 – 30 árini er blivin ein minni og minni partur av skúlanum. Hesar broytingar koma í stóran mun frá landsins síðu. Fyrstu stigini vóru tikin í 1999 tá kristni, sum lærugrein í barnaskúlanum bleiv nógv broyt. Børnini vóru ikki longur bara lærd í kristni trúnni. Lærugreinin gjørdist meira neutral og børn vórðu undirvíst í ymsum átrúnaðum og siðvenjum.

LUN og íslendsku gestirnir
Mynd: Kartin Høgnesen

Dagbjartur og Þyrí eru samd um at størsta avbjóðingin í at vera kristin millum ung í Íslandi er at fara út og bjóða øðrum ungum við á møti og fortelja  teimum um gleðiboðskapin. Tað er ikki ein trupulleiki hjá teimum at fortelja, at tey sjálvi eru trúgvandi, men tá tað kemur til at fortelja øðrum um kristna lívið verður tað torført. Tá má man ofta veruliga eyðmýkja seg og tola at verða avvístur. Tann kristni ungdómsbólkurin er eisini ógvuliga lítil, og ofta kann tað vera ringt at fáa fólk at koma inn.

LES EISINI  Stórmøti - ársmøti leygardag

Báðir ungdómarnir frá Íslandi siga, at tað at vera millum tey ungu og á legu annars í Nesvík er á mangan hátt líka sum tað er í Íslandi, tó at tað er nakað størri í Føroyum. Tey føldu seg væl móttiknan og hugnaðu sær. Þyrí helt, at legan her í Føroyum og í Íslandi líktust á nógvar nógvar mátar, bæði í tiltøkum og møtum, og at tað var lætt at fella til.

Ungdómurin í Íslandi er lítil og kirkjan minkar eisini, men bæði Dagbjartur og Þyrí vænta og vóna, at ungdómurin og kristindómurin sum heild fer at vaksa í framtíðini.

Eftir leguna vóru Dagbjartur og Þyrí boðin til Klaksvíkar at eta døgurða saman við parti av LUN og teirra makum. Tey fóru við flogfari aftur til Íslands mánamorgunin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina