Upplegg til bíbliubólk: Lat meg hjálpa tær

Um felagsskapur
Skrivað hevur Rasmus Wilhelm Vammen
Kelda: smaagrupper.dk (við loyvi frá IMU)

Hetta er ein framløga, um kristiligan arbeiðsfelagsskap. Um egna tænastu og støðu í felagsskapinum.

Evni: Arbeiðsfelagsskapur og náðigávur
Longd: 60 minuttir
Aldursbólkur: 17-30+

 

Byrjan

Kristni felagsskapurin hevur nógv stóran týdning hjá okkum. Men hvat er grundarlagið undir góðum felagsskapi? Hvussu týdningarmikil eru egin avrik og hvat sigur bíblian um hetta? Hesin fyrilesturin er um hvussu vit kunnu leggja av okkara egna til felagsskapin.

Bíblian sigur, at vit skulu leggja tænastu og arbeiði í samkomuna og felagsskapin. Skulu meinigheitirnar virka mugu bæði høvd, hjørtu og hendur hjálpa til.

  • Greiðið fyri, ein eftir ein, hvat eyðkennir ein góðan felagsskap. Skrivið svarini niður, so tit seinni kunnu brúka tey.

Bøn

samsvarandi teirri Guðs náðigávu, sum mær er givin við kraftini í mátti hansara.” (Ef 3,7)

Tit kunnu, ein eftir ein, greiða frá hvussu dagurin hevur verið, um onkra gleði, tit vilja takka fyri ella nakað, ið tit vilja biðja fyri.

Biðið fyri hvørjum øðrum, fyri kvøldinum, at Gud við sínum Heilaga anda vil vísa tykkum á seg.

Enda løtuna við bøn. Takkið fyri hvønn annan, og biðið fyri, at tað, tit hava verið saman um verður uppbyggjandi og vísir tykkum á hvar tykkara stað í samkomuni er.

Biðið fyri at Gud vil geva tykkum styrki og frímóð at síggja tey evni, hann hevur givið tykkum. Eisini tey evni, sum tit ikki enn sjálv duga at síggja.

Høvuðspartur

Byrja við at tosa um kristna felagsskapin, tit koma saman í. (kirkjuna, missiónshúsið osfr.)

  • Hvørji eyðkenni, tit komu til omanfyri, fylla mest í felagsskapinum?
  • Hvat í felagsskapinum kann betrast? Skriva niður á pappír.

Kristni felagsskapurin er eitt likam. Bíblian nevnir kristna felagsskapin bæði eina familju og í myndamáli eitt likam. Lesið 1. Kor 12, 12-27 saman.

  • Hvat sigur myndin um likamið okkum um hvussu vit skulu síggja felagsskapin? Hvussu ávirkar tað hvussu vit síggja hvønn annan?
  • Hvat sigur myndin um hvat vit sjálv kunnu og skulu geva felagsskapinum?

Myndin sigur nógv. Les tekstin umaftur tá tit hava tosað eina løtu.

Nógvar eru uppgávurnar.

Gud hevur givið okkum ymisk evni og eginleikar. Tí er ymiskt hvørjar uppgávur fella okkum lætt.

  • Ger eitt yvirlit við øllum tænastum, arbeiðsgreinum og uppgávum í tykkara felagsskapi.
  • Hvørjar tænastur eru mest sjónligar? Hvørjar tænastu leggja vit ikki so væl merki til?
  • Er okkurt gjørt áðrenn eitt tiltak byrjar, sum ikki sæst undir sjálvum tiltakinum?
  • Eru uppgávurnar býttar væl út?

Vit síggja væl tá okkurt ikki riggar. Og øvugt, tá alt gongur væl. Men duga vit at leggja merki til og rósa hvørjum øðrum, tá alt bara ‘gongur sum tað plagar’?

Men vit biðja tykkum, brøður, um at kennast við teir, sum arbeiða tykkara millum og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum, v13 og at hava teir í serliga miklum metum í kærleika fyri gerning teirra. Haldið frið tykkara millum! (1. Tess 5, 12-13)

  • Hvussu duga tit at virðismeta bæði stórar og smáar uppgávur í felagsskapinum?

Tær ‘ósjónligu’ tænasturnar

Nógvar sjónligar tænastur eru, sum fáa tiltøkini at ganga væl. Men nógvar ósjónligar uppgávur eru eisini. Nógvar av hesum síggjast ikki hóast tær eru av alstórum týdningi.

Nevn nøkur dømi um ósjónligar uppgávur:

  • sum styrkja sosiala felagsskapin
  • sum styrkja andaliga felagsskapin

Kennir tú ein, sum hevur evnir ella náðigávu, sum tú ikki metir verður brúkt, far til viðkomandi og eggja til at brúka síni evnir. Hetta kann vera tað, sum ger at viðkomandi torir at byrja.

Hvat lærdi Jesus lærusveinarnar?

Jesus ger nakað løgið tá hann er saman við lærusveinunum um páskahøgtíðina. Hann byrjar at vaska lærusveinunum um føturnar.

Lesið saman hvat hendi. Jóh 13, 12-17

 

Tá á døgum merkti fótatváttur æra. Tað vóru tænararnir, sum vaskaðu hinum um føturnar. Jesus vísti á henda hátt kærleika og tænastu. Tá vit tæna hvørjum øðrum í kærleika gera vit sum Jesus.

  • Hvat læra vit av hvussu Jesus tænir?

 

Lesið evt. Mark 10, 41-45. Her greiðir Jesus eisini frá hvat tænasta er.

Nýtsla

Hvat kanst tú geva? Tosið nú saman um hvat tit hvør í sær kunnu geva tykkara felagsskapi. Og minnist til – einki er ov smátt ella ov stórt. Tit kunnu hyggja at tí, tit hava skrivað omanfyri, og vita, um tað er nakrastaðni, tú kanst hjálpa.

Til endans skulu tit nú hyggja aftur eftir hvat kundi betrast í tykkara felagsskapi. Gevið hugskot hvussu tit hvør sær og saman kunnu broyta.

Minst til: Tú ert partur av felagsskapinum. Ynskir tú broyta nakað mást tú byrja við tær sjálvum.