Upplegg til bíbliubólk: At møta øðrum menniskjum 

Brævið til Galatamanna (2. partur)

Hetta er annað stig í røðini “Galatamannabrævið”. Vit fara ígjøgnum Gal 2,1-10, har Paulus sigur frá einum serstøkum møti í Jerusalem. Í framløguni koma vit m.a. inn á kall, eftirfylgjan, heidningar og gevaratænastu.

Jannie Brødsgaard Danielsen
Kelda: smaagrupper.dk (við loyvi frá IMU)
Simona Johannesen týddi

  • Tekstur:  Gal 2,1-10
    Longd: 90 minuttir
    Aldursbólkur: 17-30+

Fyrireiking:

Lesið tekstin, áðrenn tit møtast.
Rit at prenta (PDF): At møta øðrum menniskjum

Inngangur

Vit, sum eru trúgvandi, eru øll kallað at møta menniskjum (Matt 28,18-19). Summi halda, at tað er spennandi og leypa út í tað, meðan onnur halda seg meiri aftur og føla hetta avbjóðandi. Hvussu vit so hava tað við at møta menniskjum, so eru øll trúgvandi kallað til at gera tað. Tað er týdningarmikið at vísa á, at vit eru ikki kallað at vera einsamøll. Sum kristin felagsskapur eru vit eisini kallað at hjálpa hvørjum øðrum við at møta øðrum menniskjum.

Í hesi framløguni fara vit at arbeiða við fleiri síðum av hesum, at vera kallaður og at møta øðrum menniskjum. Í kvøld fara vit saman at gjøgnumganga tekstin og hjálpast at við at lata tekstin upp.

Leggið fyri við at lesa Gal 2,1-10 saman. Sigið hvørjum øðrum frá, hvørjar tankar tit hvør einsæris hava um henda tekstin. Hvat fær tykkum at hugsa – hvat er gott, og hvat argar tykkum?

Bøn

“Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists” (Gal 6,2).

Tosið saman, áðrenn tit biðja. Sigið hvørjum øðrum frá onkrum, sum liggur tykkum á hjarta beint nú. Tað kann vera okkurt frá degnum í dag ella okkurt, sum fyllir nógv fyri tíðina.

Biðið nú fyri hvørjum øðrum og um, at heilagi Andin skal lata hjørtu tykkara upp fyri orðinum í kvøld. Brúkið møguliga háttin “Klemmibiðimøti” (nr 4) ella “Poppkorn-bøn” (nr 10) í 15 lívlínur. Gevið eisini tíð til kvirru, so at Gud fær talað til tykkara.

Endið løtuna við bøn. Biðið eisini fyri hvørjum øðrum.

Finnið góð og hugkveikjandi hugskot til bøn í heftinum 15 lívlínur.

 

Høvuðspartur

Nú fara vit at gjøgnumganga tekstin. Tit lesa nøkur ørindi í senn við spurningum, sum hoyra til. Um aðrir spurningar stinga seg upp hjá tykkum, so brúki endiliga tíð upp á teir. Minnist til at stuðla, hjálpa og bjóða hvørjum øðrum av gjøgnum framløguna.

Kall og eftirfylgjan (Gal 2,1-2)

Her hoyra vit um, at Paulus verður kallaður. Fjúrtan ár eru farin, og nú fer hann til Jerusalem, tí hann hevur fingið eina opinbering. Øll vit kristnu hava fingið eitt kall, men vit uppliva tað heilt ymiskt – og tað er heilt í lagi! Vit síggja eisini í tekstinum, at Paulus fór til Jerusalem saman við Barnabasi og Titusi. Teir fylgdust í kallinum, og teir fóru avstað saman. Tað hevur ómetaliga stóran týdning at fylgjast í kalli og trúgv.

  • Hvørjar styrkir og møguliga hvørjir veikleikar, halda tit, eru við at fylgjast í trúnni/ikki at fylgjast í trúnni?
  • Hvørjum fylgjast tit við í trúnni, og hvørjar royndir hava tit við tí?

Kristna frælsið (Gal 2,3-5)

Paulus hevur møtt Titusi, og Titus er blivin kristin. Titus er grikki og heidningur, men hann verður ikki noyddur at lata seg umskera, hóast hann ferðast saman við Paulusi. Tá ið hann ferðast saman við Paulusi, kundu vit hildið, at hann hevur høgan status í kristnu kirkjuni um hesa tíðina. Hóast tað verður hann ikki noyddur at lata seg umskera. Paulus skrivar, at summi hava roynt at kúga teir, tí tey halda, at Titus átti at verið umskorin. Vit mugu halda fast í, at Paulus kallar hetta kúgan. Vit eru øll veruliga frí í Kristusi, bæði tey, sum møttu Jesusi fyri langari tíð síðani, og tey, sum fyri stuttum hava møtt Jesusi.

Nú á døgum royna vit ikki at noyða nakran at lata seg umskera, men…

  • Hvussu kunnu vit onkuntíð kúga onnur, hvønn annan ella okkum sjálvi?
  • Vænta og krevja vit nakað av hvørjum øðrum og av okkum sjálvum, sum vit ikki áttu at gjørt? Ella uppliva vit sjálvi, at onnur royna at “noyða” okkum at lata okkum “umskera”?

Kristindómurin er ikki ein átrúnaður, har vit skulu røkka ymsum krøvum og við tí vinna okkum eitt pláss í Himlinum. Vit kundu kanska onkuntíð ynskt okkum tað, tí tað hevði verið gott at kunna klárað at gjørt tað, sum er neyðugt. Um vit kundu hjálpt eini eldri damu yvir um vegin eina ferð um dagin og harvið verið tryggjað at átt eitt pláss í Himlinum, hevði tað verið so nógv lættari.

Viðhvørt kúga vit onnur og okkum sjálvi við “reglum”, sum vit sjálvi hava uppfunnið, tí so ber til at kanna, um vit eru “góð” trúgvandi menniskju. Á henda hátt kunnu vit síggja út sum at “glorian er pussað”, og hetta kann geva okkum sjálvum og tí kristna felagsskapinum eina kenslu av nøgdsemi, men hetta er ikki Guds vilji. Ikki alt tað, sum følist gott, er gott.

  • Tosið saman um ymiskt gott og minni gott við frælsinum, sum Kristus gevur okkum.

Hjá Gudi eru øll eins (Gal 2,6)

Her ger Paulus tað greitt fyri kirkjuliðinum í Galatalandi, at Gud ikki ger mannamun. Hvat menniskju hava verið, eru ella kunnu verða ger ongan mun. Gud ger ikki mun; men hví gera vit tað so? Vit munnu vita, at vit ikki eiga at gera mun á menniskjum, men tað tykist ógjørligt at lata vera. Hóast tað man vera ógjørligt, áttu vit ikki at latið standa til.

  • Hvussu gera tit mun – bæði hvør einsæris og sum felagsskapur – ella hvussu merkja tit, at munur verður gjørdur á menniskjum?
  • Sigið frá, hvønn tit koma at hugsa um, sum ikki er “umskorin” og sum átti at latið seg “umskera”. Hvør hóskar ikki ordiliga saman við felagsskapinum, halda tit?

Trúboðan fyri jødum og heidningum (Gal 2,7-9)

Paulus vísir her á, at tað er tann sami, sum gevur Pæturi kraft at vera trúboðari millum tey umskornu, sum gevur Paulusi kraft at vera tað millum tey, sum ikki eru umskorin. Tað er Gud, sum gevur teimum báðum styrki, og sum er við teimum báðum á ferðini sum Jesu ápostlar. Paulus og Pætur hava fingið litið til at bera gleðiboðskapin út til ymisk menniskju. Soleiðis er eisini hjá okkum. Vit hava fingið litið upp í hendur at boða gleðiboðskapin og vitna um hann fyri ymiskum menniskjum.

  • Hvørji menniskju hevur Gud givið tær at boða gleðiboðskapin fyri? Hvørjum menniskjum brennur tú serliga fyri?

Eitt annað áhugavert í hesum ørindinum er, at tey kristnu skipa fyri, hvar vit skulu ganga. Tey skipa fyri arbeiðinum. Men tað er týdningarmikið, at tað sæst, at tað verður gjørt við støði í tí, sum Gud hevur lagt teimum á hjarta.

  • Áttu vit at samskipa Guds ríkis arbeiði meiri? Áttu tit sum felagsskapur skipa samskipa arbeiðið meiri?
    Minnist til tey fátæku (Gal 2,10)

Allan vegin gjøgnum Bíbliuna sæst týðiliga, at ein partur av lívinum saman við Gudi er, at vit geva øðrum burtur av tí, sum vit hava. Í brøvunum hjá Paulusi er hetta eisini greitt. Fyri Paulus er trúboðan fast knýtt at gevaratænastuni (Róm 15, 1 Kor 16 og 2 Kor 8-9). Sjálvur kjarnin her er, at Paulus sær gevaratænastuna sum Guds náði, og ikki at menniskju í sær sjálvum eru gávumild (2 Kor 8,1-6). Um gevaratænastuna skrivar Paulus eisini, at menniskju í gevaratænastuni hava brúk fyri eitt sindur av hjálp (2 Kor 9,1-5), men eisini at gevaratænastan fremur takksemi til Guds (2 Kor 9,11b-15).

  • Hvat hugsa tit um tað, at gevaratænastan er fast knýtt at Guds ríkis arbeiði?
  • Hvussu nógv fyllir gevaratænastan í tykkara lívi og felagsskapi?
    Nýtsla

Tað hevur stóran týdning at enda væl, so at tað, tit hava tosað um, kann gerast livandi. Hjálpist at við at broyta orðið í Bíbliuni til nakað, sum hevur týdning fyri lív og gerandisdag tykkara. Her eru uppskot til, hvussu tit kunnu gera tað:

  • Fáið tykkum hvør sítt pappírsark. Í tríggjar minuttir skulu tit nú hvør sær antin skriva ella tekna minst eitt og mest trý ting, sum tit hava fingið burtur úr kvøldinum
  • Sigið so hvørjum øðrum frá tí, sum tit fingu burturúr
  • Gerið ítøkiligar avtalur um, hvat tit vilja brúka tað til, sum tit fingu burturúr í kvøld

Her kunnu tit lesa meiri um evnið

Bókmentir
Guds folks mission , Christopher J. H. Wright
Discipel version Gal 2.20 , Anders Møberg og Per Ladekjær
Ressourcebog for medvandrere i IMU , Frank Kristensen
Glæden ved at give – evangeliet og pengene , John Stott & Chris Wright
Spar op i Himlen , Randy Alcorn