Uppreisn í eini oyðingarmentan 

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

– Hví vit meira enn nakrantíð hava tørv á páskunum. 

Hann stendur har. Í munnanum til eina grøv, sum gjørdist hansara fyribils heim. Hann krympar eitt sindur við eygunum í sólarljósinum – sum er tað fyrstu ferð, hann sær dagsins ljós – og á ein hátt er tað eisini soleiðis. Tí myrkrið hevur ikki longur vald. Deyðin hevur mist sín brodd. Og heimurin… hann er ikki, sum hann var, tá hann gekk inn í myrkrið. 

Hann tekur eitt fet fram. Hann vendir sær ikki burtur frá heiminum. Nei, hann fer beint inn í hann – inn í tað klovna, tað syndraða, tað vónleysa. Uppreisnin hendir ikki í einum fullkomnum heimi. Hon hendir mitt í okkara heimi. Mitt í fallinum, har allar tær skipanir, vit kendu, verða upploystar. 

Tá alt raknar

Tí okkurt er í ferð við at detta sundur. Vit merkja tað. Í samrøðum. Í tíðindum. Í sálini. Vit liva í eini tíð, har alt tykist at kunna dragast í iva, og har samanhangur, siðir og sannleikar hvørva. 

LES EISINI  Fyrstu Páskirnar

Vit vilja hava burðardygd – men uttan sjálvnoktan. 
Vit vilja hava frælsi – men uttan sannleika. 
Vit vilja hava kærleika – men uttan ábyrgd. 
Vit vilja hava meining – men uttan Gud. 

Og úrslitið? Ein vaksandi kensla av meiningsloysi, rótloysi og mistrivnaði. 
Vit hava mist trúnna á, at ein felags sannleiki finst. At tað ber til at samlast tvørtur um alt, sum skilir okkum sundur. 

Gleðiboðskapurin sum mótsøga 

Men páskirnar siga eina aðra søgu. 
Eina søgu, sum byrjar í myrkri – og endar í ljósi. 
Eina søgu, sum ikki avsannar tað ónda, pínuna ella deyðan – men lýsir ígjøgnum alt hetta innanífrá. 

Jesus varð ikki verandi í grøvini. Hann varð ikki verandi í myrkrinum. Og tað hevur týdning. Tað merkir, at vónin ikki er eitt barnsligt ynski – men trúgvin á, at Gud hevur talað satt. At tað, hann hevur lovað, stendur við. At uppreisnin ikki bara hendi – men framvegis hendir. Mitt í eini mentan, ið brýtur niður, reisir hann okkum upp og bjóðar okkum inn í eina nýggja samveru. 

LES EISINI  Páskaheilsan frá aðalskrivaranum

Vit verða boðin at fáa lut í hansara sigri. Hansara kærleika. Hansara tign. 
Vit kunnu vera veik – tí hann er sterkur. 
Vit kunnu vera við undirlutan – tí hann er nóg mikið. 

Ein nýggj byrjan 

Meðan heimurin raknar, stendur hin Uppreisni har – í dyrnum millum lív og deyða – og stígur fram. 
Ikki sum ein fjarskotin søgn. Men sum miðdepilin í veruleikanum. Sum mítt skjól. 
Hann fer inn í ruðuleikan, sum vit sjálvi ikki megna at bjarga okkum úr – og ber vón við sær. 

Páskirnar eru ikki bara nakað, vit hátíðarhalda. Páskirnar eru nakað, vit fáa lut í. 
Ein veruleiki, vit sleppa at liva í. 

So spurningurin er ikki, um heimurin kann gerast heilur aftur – tí páskamorgun hevur longu svarað upp á tann spurningin. 
Spurningurin er, um vit tora at taka stigið út úr grøvini saman við honum – og lata hann vera nóg mikið. 
Tí har byrjar endurreisnin. Har byrjar lívið. 

LES EISINI  Páskir við Argjakórinum

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina