Útferð og sangmøti

Í gjár 19. mai, var Taborkórið á Toftum, útferð. Útferðin var avtalað fyri vikum síðani og tí var tað sera heppi, at veðrið gjørdist so gott. Útferðin var eitt slag av enda á vetrarskránni.

Bussur fór frá Tabor og koyrdi kórið, og familjur teirra til Fuglafjarðar. Har savnaðust øll, sum ætlaðu at ganga til Hellurnar.

“Faðir fylg mær henda dag”
 Klokkan uml.17.45 gekk leiðin niðan um bøgarðarnar. Fyrst var kunning og bøn fyri túrinum. So var sungið: “Faðir fylg mær henda dag” og kósin sett niðan brekkuna.
Avtala var, at tey sum orkaðu væl at ganga og sum ætlaðu sær upp á Altarið, sum er hægst uppi á Rustartindi, ið er 484 metrar høgur, skuldu ganga undan. Tá tekur túrurin umleið hálvan tíma longri. Umleið helvtin av kórinum vildi niðan á Altarið. Sólin skein og turt hevur verið í eina góða viku, so gott var at ganga.
Stytstu leið tekur túrurin frá Fuglafirði til Hellurnar umleið ein tíma hjá teimum, sum orka væl at ganga.
Komin niðan á Altarið var steðga á. Drekkamunnurin skuldi njótast og tey flestu nýttu høvi at ganga runt og taka myndir í góðveðrinum.

LES EISINI  Møti og ungdómsmøti í kvøld

Góð grilla máltíð
So var leiðin undanbrekka heilt oman til Hellurnar. Eitt sindur bratt var í støðum, men tað gekk væl og øll komu oman í øllum góðum. Hin helvtin av kórinum hevði gingið stytstu leið, sum er um Skarið, og vóru tey longu komin til Hellurnar, áðrenn tey sum vitjaðu uppi á Altarinum.
Fólk í kórinum og onnur vóru farin undan við bilum og høvdu gjørt klárt at grilla mat uttanfyri húsini hjá Kjartan og Andreu. Fólk vóru svong, so matur og drekka kom væl við.
So vóru sangheftir býtt út og ljóðførini við hátalarum rigga til. Missiónshúsið Tabor og onnur høvdu lýst við sangløtu á Hellunum. Tað var sera hugaligt at síggja, at mong vóru møtt upp, bæði úr bygdum og býum. Samanlagt vóru tað umleið 95 fólk til løtuna.

Sangløta
Fyrst vóru nakrir felagssangir sungnir, og sangurin rungaði millum húsini. So hevði Torleif andakt. Síðani sang Taborkórið nakrar sangir, áðrenn øll vóru boðin til ein góðan drekkamunn við ymiskum leskiligum afturvið.  

Fleiri hildu, at bæði gongutúrurin og sangløtan vóru frálík, og nógv var góða veðrinum fyri at takka. Samstundis fekk Gud eisini tøkk, tí ein av sangunum kórið sang var:  
“Guds kærleiki so stórur er, eg aldri heilt kann fata.
 Eitt offur stórt sín einkarson, í deyðan vildi lata”…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina